VÍF-Kyndil 26-25: Endurhoyr dramatiska dystarendan (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu Liljan Djurhuus og Agnas Olsen vendu 24-25 til 26-25 seinastu løtuna

VÍF liggur nú enn greiðari á odda í SMS-deildini, sjey stig frammanfyri Neistan á øðrum plássi og átta stig frammanfyri H71, ið er nummar trý.

 

Men tað helt hart hjá vestmannakvinnum í dag. Tá ein minuttur var eftir var Kyndil á sigurskós við einari 25-24 leiðslu, men Liljan Djurhuus og Agnas Olsen vildu tað øðrvísi, og tær vendu dystinum á einum borðiski, og VÍF vann 26-25, og tær bláu og gulu kundu stórfegnast. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

VÍF: Durita C. Jojic 8, Agnas Olsen 8, Liljan Djurhuus 6, Daniella Joensen 2, Kathe Frederiksen 1, Heidi Maria Akselsen 1.

 

Kyndil: Marianna G. Eystberg 11, Turið Arge Samuelsen 6, Súna K. Hansen 3, Bára K. Hansen 3, Beinta Bárðardóttir 1, Sólja Poulsen 1. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI av Agnas Olsen, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Tróndur Arge segði frá tí ótrúliga dystarendanum.

 

HERber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Liljuna Djurhuus hjá VÍF og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF133702957522
 NEISTIN122702492115
 H71133323191314
 KYNDIL12284291-713
 STJØRNAN12273288-159
 STÍF12234321-871