VÍF kom aftur aftur í aftur

Hondbóltur: Vestmenningar fingu tey bæði stigini, sum áskoðararnir væntaðu og kravdu av teimum, men leingi vórðu trúgvu áskoðararnir hildnir á pínubeinkinum

VÍF ? H71 27-26 (13-17)


VÍF hevði framman undan hesum dystinum vunnið á allari mótstøðu, og hóast tað onkuntíð hevur staðið nógv á, so varð ikki væntað, at hoyvíkingarnir fóru at gera tær stóru skreytirnar í hesum dystinum. Unga H71 liðið hevur til tíðir víst gott spæl, men seinasta vikuskifti vóru tær hólvaðir ígjøgnum av strandingum, so flestu áskoðararnir mundu vænta ein tryggan sigur til heimaliðið.

Tað varð eisini heimaliðið, sum byrjaði dystin betur, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki tóku hoyvíkingarnir brádliga dik á seg, og brádliga høvdu teir fingið eina leiðslu upp á 5 mál. Serliga var tað hesa løtuna Annfinnur N. Debess, sum gjørdi nógv um seg hesa løtuna. Innan fyri 4 minuttir hevði hann skotið 3 mál, og tá restin av liðnum eisini fylgdi við, kundi hoyvíkingarnir fara til hálvleiks við einari leiðslu upp á 4 mál.


Treiskir

vestmenningar

Vestemenningarnir hava longu víst, at eingin dystur er taptur, fyrr enn sirenan hevur ljóðað fyri seinastu ferð, og í seinna hálvleiki byrjaðu teir eisini beinan vegin at skava av leiðsluni hjá hoyvíkingum. At hoyvíkingar samstundis fingu 2 mans útvístar hevði eisini við sær, at vestmenningarnir fingu betri rásarúm.

Eftir at VÍF hevði strítt seg upp á liðini á hoyvíkingunum, fylgdust liðini seinasta korterið av dystinum, og hóast vestmenningar meginpartin av tíðini vóru 1 og 2 mál frammanfyri, so leikaði sera hart á í báðum endum. Tá 1 minuttur var eftir at leika, høvdu hoyvíkingarnir enn eina ferð javnað út, og spurningurin var so, um vestmenningarnir megnaðu at svara aftur.

Tað gjørdu teir, men tað var ikki fyrr enn í allar seinastu sekundunum, at hetta gjørdist veruleiki. Harald Bjørgvin varð leiktur leysur, og fagnaðurin var stórur, tá hann ósvikaliga trygt setti bóltin í netið.


Sámal enn einaferð

Hjá vestmenningum var tað sum ikki einaferð Sámal Joensen, sum var tann stóri málslúkurin. 10 bankaði hann bóltin inn í netið, og tað tykist vera sera trupult hjá mótstøðuliðunum at byrgja fyri, tá hann lyftir stóra kroppin upp frá og sveiggjar høgra armi.

Hjá hoyvíkingum var tað ikki nakar einstakur leikari, sum skaraði framúr, men var talan um eitt gott liðavrik, sum tó vísti seg at vera akkurát ov lítið. Liðið megnaði tó at vaska stórtapið frá seinasta vikuskifti av sær, og hóast teir mugug metast at vera dekan ov óstøðugir í spæli sínum, so kann væl verða, at teir fara at gera fortreð fyri okkurt av oddaliðunum.


Málskjúttar:

VÍF: Sámal Joensen 10 (3), Agnar Joensen 4, Ingi Olsen 4, Martin Hummeland 4, Harald Bjørgvin 3, Petur F. Joensen 2

H71: Olaf Vestergaard 6 (3), Annfinnur N. Debess 5, Tróndur Vatnhamar 5, Rene D. Olesen 4, Halgir D. Olesen 3, Eyðun H. Højgaard 2, Einar Brimnes 1

Brotskøst: VÍF 3, H71 5

Útvísingar: VÍF 4, H71 4

Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristian Joensen