Hondbóltur
Fult miðvikuumfar er í kvøld í bestu mansdeildini, og hóast talan ikki er um nakran oddadyst, kann meira enn so vera, at uppgerðirnar kunnu gerast áhugaverdar.
Tjaldur illa fyri
Bæði mans- og kvinnuliðið hjá VÍF skulu í eldin í kvøld, og felags fyri bæði er, at dysturin hjá teimum verður í Runavík, har Tjaldur tekur ímóti.
Hetta er tó ikki tað einasta, sum VÍF liðini hava til felags. Tey eru bæði ósigrað higartil í kappingini, og vinna tey bæði, eru tey eisini á odda í sínari deild, og hetta er so ikki nakað, sum vestmennningar eru vanir við. At bæði liðini eru fremst.
Hetta átti eisini at verið gjørligt, tí í báðum førum tykist mótstøðan at vera yvirkomulig. Tjaldur hevur ikki fingið stig í nakrari av fremstu deildunum higartil, og neyvan verður tað móti VÍF, at hesi skulu fáast til vega.
Hini mugu fylgja við
Í Havn verður grannauppgerð millum H71 og Neistan, og hesir hava mangan verið áhugaverdir. Hoyvíkingar hava kanska ikki havt somu styrki í fjør og í ár, sum teir áður hava havt, men hinvegin eru teir altíð stríðshugaðir, og ikki minst, tá talan er um dyst móti Neistanum.
Á pappírinum er Neisin tó favorittur, og ein sigur er eisini neyðugur, um teir skulu krøkja seg upp móti oddaliðunum.
Seiansti dysturin mikukvøldið verður á Skála, har StÍF tekur móti KÍF. Strandingarnir vunnu sunnudagin týdningarmikla dystin á Neistanum, og helst ætla teir sær eisini at fáa stig frá KÍF. Har umframt er ivaleyst eisini stórur spenningur á Skála um, hvørt leikandi venjarin er førur fyri at spæla í dystinum. Hann var ikki við móti Neistanum, men ætlaði at royna seg í kvøld.
Kollfirðingar eru tó ikki longur nøkur løtt uppgáva, men tykjast hinvegin at vera ávegis úr aldudalinum, sum teir hava verið í. Seinast varð hetta staðfest í Vestmanna, har kyndilsmenn vóru fegnir um annað stigið, so strandingar eru ávaraðir.