VÍF heldur fast um vónina

Tað stóð nógv á, men vði einum góðum liðavrikið fekk VÍF strítt seg til sigur ímóti Kyndli, og enn halda tær sostatt fast um vónina at taka VB aftur

Kvinnuhondbóltur

Fyri VÍF eru treytirnar greiðar, tað sum eftir er av árinum. Tær skulu vinna alt, og so bara vóna, at VB eisini missur onkra staðni, umframt at komandi oddadysturin í Vestmanna eisini skal vinnast.
Kanska truplasta uppgávan av hesum ? burtur sæð frá VB-dystinum ? var helst tann í Havn sunnudagin, tá VÍF vitjaði Kyndil. Meira enn nakað annað lið, so hevur júst Kyndil argað VÍF í ár, og eitt nú vunnu tær grønu báðar dystirnar í endaspælinum. Hartil hevur Kyndil í løtum sýnt taktir, sum benda á, at liðið nú aftur er ávegis oddinum í føroyskum kvinnuhondbólti. Tann oddurin, sum annars hevur verið so langt burturi seinastu tvey kappingarárini.

Lotte úti
Sum tølini siga, so vann VÍF dystin sunnudagin, men talan var so avgjørt ikki nakran sannførandi sigur, sum kom til høldar við meistaraspæli. Heldur var talan um ein sannan stríðssigur, har tað meira enn tí einu ferðina var vandi fyri, at Kyndil skuldi strúka avstað við øllum, men har VÍF kortini megnaði at reisa seg somikið, at vandin varð hildin burturi alla tíðina.
Dystargongdin var annars mest sum hin saman í samfullar 60 minuttir. Tað var VÍF sum hevði munin, men tær høvdu alla tíðina meira enn striltið við at skræða seg leysar av Kyndli. Eitt og tvey mál vóru fyri tað mesta, men hvørja ferð gestirnir ætlaðu at toga seg burtur, fekk Kyndil svarað aftur.
Ein avgerandi løta var kanska beint undan steðginum. Við tveimum málum frá Lotte Sørensen hevði Kyndil júst togað seg upp á javnt, tá sama Lotte brádliga lá eftirá. Eingin leikari var nærhendis, tá hon brádliga small í gólvið, og tá hon seinni var borin av vøllinum, mundi tað vera við einum illgruna um, at hetta í øllum førum var seinasti dysturin í ár.
Við evstamark okkara var enn ikki staðfest, hvat slag av skaða talan var um, men pínan í knænum kundi bent á, at talan er um ein av teimum meira álvarsligu.

Goymdur stórskjútti
Kanska grundað á hendan skelkin hjá Kyndli, kundi VÍF leggja sjógv ímillum seinastu løtuna undan steðginum, men í seinna hálvleiki var tó skjótt greitt, at Kyndil ikki hevði givið skarvin yvir.
Ein lítil umskipan av liðnum førdi við sær, at aðrir leikarar tóku yvir, har Lotte hevði slept, og og við eitt sindur meira av hepni, kundi hetta eisini kastað meira enn eitt heiðurligt tap av sær.
Ikki minst var tað Sonja Smiljic, sum gjørdi um seg. Síðani hon kom til landið, hevur hon fyri tað mesta sitið á beinkinum, fyri síðani at koma inn á strikuni, men at hon hevur aðrar dygdir, var sjón fyri søgn sunnudagin. Somikið væl staðfesti hon seg sjálva, at spurningurin er, um Kyndil ikki í alt ár hevur átt besta skjúttan í landinum, uttan at tær sjálvar hava vita av hesum. Tað var ikki so nógv tað, at hon skeyt fimm mál av bakkinum, sum føra hesa staðfesting við sær, men heldur mátin, sum hetta hendi uppá.
Bóltarnir vórðu snøgt sagt steinaðir inn við slíkari megi, at sjálvt ikki Manuela Stan í VÍF málinum fekk gjørt stórt annað enn at hyggja at, og verður hetta lagið komandi fimm dystirnar, er lítið at ivast í, hvør fer at taka yvir á vinstra bakki, nu vanliga fasti fúsurin á plássinum tykist burturi.
Men heldur ikki hetta var nóg mikið hjá Kyndli. Seinastu løtuna av dystinum gjørdu tær enn eina roynd at toga seg aftur, og hetta var eisini um at eydnast teimum, tá tær góðan minutt undan dystarloki minkaðu munin í eitt mál. Tíðin var ov long, til at VÍF bara kundi nøla seg burtur úr støðuni, og við hálvum minutti eftir lyftu dómararnir armin. Allar hjá Kyndli væntaðu ivaleyst, at Sóley Mikkelsen fór at royna seg við skoti, tá gestirnir stillaðu upp til tríggjar metrar, men ístaðin sendi hon til eina fullkomuliga óvarda Sáru Jógvansdóttir, sum við sínum einasta máli í dystinum setti endaligu avgerðina upp á pláss.

Vónin livir enn
Við sigrinum helt VÍF sum sagt fast um møguleikan, sum tær framveigs hava fyri at taka oddaliðið úr Vági aftur. Fyrsta fortreytin fyri at hetta kann lata seg gera, er um VÍF vinnur heimadystin, tá VB kemur á vitjan komandi vikuskifti. Megnar VÍF hetta, so er bara at bíða eftir, at VB skal snáva, samstundis sum VÍF skal vinna sítt.
Og størsti møguleikin fyri hesum tykist vera annað vikuskifti, tá Kyndil fer til Vágs. Tað gekk ikki hesa ferð hjá Kyndli, men viljin at venda dystinum var alla tíðina til staðar, og hevur joguslavsiki stórskjúttin aftur hesa ferð ein góðan dag, har hon kanska sleppur at spæla stóran part av tíðini, so kann alt henda.
Kyndil hevur eisini sítt at hugsa um. Komandi vikuskifti skulu tær inn á Strendur, har ein av avgerandi dystunum í bronsu-stríðnum verður, tá StÍF tekur ímóti. Tað er í øllum førum ein dystur, sum tær grønu ikki hava ráð at tapa, og so mugu tær lata VÍF og VB um, hvussu hesi avgreiða spurningin sínamillum.

Dysturin í tølum
Kyndil-VÍF 23-25 (8-11)
Málskjúttar:
Kyndil: Iliana Manolescu 7(3), Son ja Smiljic 5, Lotte Sørensen 4, Annika Ljósstein 2, Annika Thomsen 2, Sabina Frølund 1, Ann Mari Wang 1, Hildur Mikkelsen 1
VÍF: Jacklin Durhuus 9, Sóley Mikkelsen 5(1), Eyðritt Andreasen 5, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 3, Linda Johannesen 1, Alis Høghamar 1, Sára Jógvansdóttir 1
Brotskøst: Kyndil 4, VÍF 3
Útvísingar: Kyndil 1, VÍF 1
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Leiddu dystin uttan stórvegis trupulleikar.