VÍF-Kyndil 21-21 (9-11)
At Vestmanna er hondbóltsbygd burturav, man ikki vera nøkur loyna. Uppgerðirnar millum lokalu hetjurnar og arvafíggindarnar úr Havn eru at rokna sum klassikarar í føroyskum hondbólti, og við árunum eru mong heiðursmerki førd til húsa, tá ungdómurin í bygdini hevur roynt síni kynstur.
Aloftast eru hesi heiðursmerki fingin til høldar hjá monnunum, men seinastu tvey árini, hava kvinnurnar í bygdini prógva, at tær eisini eru førar fyri at vinna sær heiðursmerki.
Undanfarna ár vunnu tær steypakappingina, og hetta árið hava tær verið við til mynda toppin í føroysku kappingini. Uppi á ovastu rók hava tær tó ongantíð verið, men alt árið hava tær roynt seg í stríðnum um silvurmerkini. Sunnudagin kom so Kyndil á vitjan, og hóast føroyameistararnir undan dystinum vóru á fjórða plássi í kappingini, so var munurin ikki størri enn so, at tær við einum sigri á VÍF kundu gerast ájavnar VÍF í stigum.
Kyndil byrjaði betri
Hinar tríggjar uppgerðirnar, sum hava verið millum liðini hetta kappingarárið, hevur tað hvørja ferð verið Kyndil, sum hevur fingið stigini til høldar, og fyrstu løtuna sunnudagin var eisini líkt til, at hetta fór at endurtaka.
Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, høvdu genturnar í grøna búnanum skora seks ferðir, meðan tað bert hevði eydnast VÍF at fáa tað eina málið.
VÍF menti seg tó nakað seinna helmingin av hálvleikinum, og tær megnaðu eisini at koma ájavnar kyndilsliðnum. Kyndil svaraði tó aftur seinastu løtun, og kundu tær tískil fara til hálvleiks við eini tvey mála leiðslu.
VÍF hevði møguleikan
Seinna umfarið var tað heimaliðið, sum fekk betru byrjanina, og eftir lítlari løtu høvdu tær tikið seg fram um kyndilsliðið.
Tí kom tað sera illa við, at tvey óhapp innan stutt tíðarbil gjørdu, at tveir av stuðulsleikarunum á liðnum brádliga ikki vóru á vøllinum. Fyrst kom Marjun Poulsen heldur illa fyri í einum kyndilsálopið, soleiðis at neyðugt varð at flyta Randi Kúrberg í málið. Beint eftir hetta varð Ioana Rápa óheppin, tá hon beklaði, eftir at hon hevði langa eitt skot í kyndilsmálið.
Tað hevur fyrr víst seg, at VÍF í sera stóran mun, noyðist at líta á leikandi venjaran, og nú hon ikki var á vøllinum, fekk Kyndil aftur takið um dystin.
Heilt álvarsom mundu óhappini hjá teimum báðum ikki vera, tí seinastu tíggju minuttirnar av dystinum, var Ioana aftur á vøllinum, og hóast hon nú varð mansvard, so megnaði hon kortini at gera nakað um seg. Trý mál á rað syrgdu fyri, at VÍF aftur var á odda, men Kyndil megnaði tó enn eina ferð at svara aftur.
Ioana legði tó enn einaferð VÍF fram um, tá hon sendi eitt brotskast í netið, og tá Kyndil so misnýtti brotskast, tá hálvur minuttur var eftir, mundu tey flestu halda, at nú var alt avgjørt.
Í eini seinastu roynd at fáa nakað burtur úr dystinum, fóru kyndilskvinnurnar út á vøllin eftir VÍF gentunum. Úrslitið av hesum gjørdist, at Signhild brádliga varð spæld púra leys, soleiðis at hon kundi avgera dystin.
Tað mundi í hvussu so er vera ætlanin, men soleiðis skuldi ikki verða. Marita bjargaði nevnliga skotroyndini frá Signhild, og við eini langari sending, varð Palma leikt frí í hinum endanum, og hon sveik ikki álitið, men javnaði við seinasta skotinum í dystinum.
Kyndilskvinnurnar fegnaðust sjálvsagt um seinasta málið, og har við annað stigið, gleðin mundi verða nakað skerd av, at Ann Hansen varð borin av vøllinum stutt fyri dystarlok, tá hon var óheppin og meiddi sær knæið í álopsroynd.
Kyndil úti
Eftir dystin vóru vestmannagenturnar, sum vera man, vónbrotnar um, at stigini soleiðis gloppu teimum av hondum í seinastu løtu, og vónbrotið mundi ikki gerast minni, tá tað frættist, at Stjørnan óvæntað hevði tapt móti Neistanum í Havn.
Ikki tí, Stjørnan hevði nokk verið føroyameistari hóast alt, men í silvurstríðnum eru tað nú bert Neistin, sum kann hótta VÍF, og her kann mista stigið fáa avgerandi týdning.
Týsdagin skal VÍF á heimavølli royna seg móti nýklæktu føroyameistarunum úr Klaksvík, áðrenn tær í teimum báðum seinastu dystunum skulu hitta ávíkavist VB og Neistan. Tríggir harðir dystir, sum koma at avgera, hvussu heiðursmerkini skulu býtast.
Fyri Kyndil merkti javnleikurin, at tær eftir øllum at døma enda á fjórða plássinum. Allar helst ikki nøkur nøktandi støða, men hinvegin hava tær ikki verið nóg støðugar í spæli sínum, og serliga uppgerðirnar móti grannunum úr Neistanum, hava kostað teimum dýrt.
Heilt tómhentar verða tær tó ikki í ár, tí tær hava hóast alt vunnið steypakappingina, og harvið tryggjað sær møguleikan fyri europeiskari luttøku komandi ár.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Ioana Rápa 9 (2), Signhild Petersen 5, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 3, Eydna Johannesen 2, Frida Marjunardóttir 1, Jacklin Durhuus 1
Kyndil: Ann Hansen 8 (2), Jórun Ludvig 6, Lotte Sørensen 5 (2), Anya Midjord 1, Palma Petersen 1
Brotskøst:
VÍF 4, Kyndil 8
Útvísingar:
VÍF 2, Kyndil 1
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Kristin Johansen