VÍF er nú greitt oddalið í SMS-deildini aftaná ein rimmar 32-31 heimasigur á H71 í høllini í Vestmanna. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.
Sigurin merkir, at VÍF er greitt á odda við 20 stigum. H71 hevur 14 stig. Neistin og Kyndil hava 13 stig hvør. Stjørnan hevur sjey stig og StÍF er aftast við einum stigi.
VÍF: Liljan Djurhuus 14, Agnas Olsen 5, Durita C. Jojic 5, Daniella Joensen 4 og Heidi Maria Akselsen 4
H71: Marita Mortensen 9, Maria H. Weyhe 4, Eva Barba Arge 4, Durita T. Joensen 4, Guðrið á Borg 4, Tórhalla Thorsteinsson 3, Anna á Steig 2, Karin Holm Simonsen 1
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 ta seinastu løtuna, tá Sjúrður H. Hoydal segði frá dramatisku sekundunum, tá VÍF fekk koppað dystin til ein heimasigur.
2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Gunnar Djurhuus stutt taka samanum dystin.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Liljuna Djurhuus, ið skoraði ikki færri enn 14 mál fyri VÍF.
4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Mariu H. Weyhe hjá H71.