VÍF á greipuferð

Stjørnan-VÍF 18-22 (7-13):
Kvinnurnar úr Vestmanna vunnu aftur í ár Coca-Cola kappingina. Sigurin á Stjørnuni var uppiborin, men tað vóru serstakliga tvær á liðnum, sum skaraðu burturúr

Coca-Cola finalan ? kvinnur

Hóast illsliga veðrið hevði forðað nógvum klaksvíkingum í at koma til Havnar, so mundu karmarnir í Høllini á Hálsi tó vera so hampuliga góðir, tá farið varð undir steypafinalurnar 2002.
Alla staðni var at kalla stúgvandi fult, og við bæði sjón- og útvarpi á staðnum átti hetta í øllum førum verið nakað, sum fekk blóðið hjá einstøku leikarunum í kók.

Kontantar verjur
Tað var eisini tíðliga greitt, at Stjørnan so avgjørt ikki hevði ætlanir um at geva VÍF nakran lættan finaludyst.
Frá fyrsta bríksli løgdu klaksvíksgenturnar hart út. Við einum sera agressivum eittara varð roynt at byrgja upp fyri skothóttanini frá vanliga málsóknu VÍF-leikarunum, so hesar í øllum førum skuldu hóreiggja sær, sum tær vanliga gera.
Í hinum endanum var somuleiðis talan um kontant verjuspæl úr ovastu skuffu. Ferð eftir ferð sóust tær hjá Stjørnuni eymka seg, eftir at tær høvdu rent seg fastar í VÍF verjuna. Serstakliga riggaði verjan væl í vinstra borði, har Adrijana hevði meira enn trupult við at koma ígjøgnum.
Sum hálvleikurin leið, so gjørdist tað alt meira greitt, at harða kropsliga spælið hóskaði VÍF munandi betri enn Stjørnuni. Tær úr Vestmannan tóktust í øllum førum at hava nógv tað størri yvirskotið, báði kropsliga og sálarliga, og spakuliga tóku tær at draga frá á máltalvuni.

Málverjin hjá VÍF
Tað hoyrir eisini við til alt hetta, at VÍF í Manuelu Stan hevur í serflokki besta málverjan í landinum. Áður er nevnt, at hon er eitt upplagt evni, tá ársins leikari skal veljast í ár, og í hesum stendur hon so avgjørt ikki veikari eftir finaludystin.
Eitt er, at ein málverji stendir væl, og tekur tað, sum hon skal gera, men tað tykist, sum um Manuela onkursvegna hevur ein serligan eginleika, sum ger, at hon altíð stendur væl, tá tørvurin á tí er størstur.
Í finaluni kom hetta ikki minst til sjóndar seinastu fimm minuttirnar undan steðginum. VÍF hevði tá togað seg nakað væl framum, men tá tær brádliga fingu tvær útvísingar á rað, fór at sansa at.
Millum annað takkað verið tveimum brotsskastsbjargingum á rað frá Manuelu eydnaðist tó VÍF at vinna undirtalsstøðuna, og spurningurin er eisini, um júst hetta ikki var avgerandi løtan í dystinum. Sum um Stjørnan eftir hetta visti, at tá tær ikki kundu vinna við seks móti fýra, hvussu skuldi tað so kunna ganga við seks móti seks?

Eitt seinasta sprell
Í seinna hálvleiki royndi Stjørnan eina løtu at gera eitt sprell, soleiðis at spenningur aftur kundi koma í dystin.
Kanska hevði VÍF ótilvitað sett ferðina nakað niður, men undir øllum umstøðum so fingu tær ikki loyvi til at ganga sigurin heim. Tær máttu stríðast, og tað gjørdu tær so sanniliga eisini. Ferðin varð enn eina ferð sett upp. Verjan gjørdist tættarí og mótálopini fleiri, og so kom munurin av álvara í aftur.
Tær øktu upp í 19-13, og við einum korteri eftir at spæla í, so var tað nú øllum greitt, at her fór bert at gerast talan um hitt eina liðið. Gaman í fekk Stjørnan minkað um munin seinastu løtuna, men tað var ov seint. VÍF eru aftur í ár steypavinnarar, og sigurin var fult so uppiborin hesaferð, sum hann var tað í fjør.

Profilurin
Hóast hondbóltur fyrst og fremst er eitt liðspæl, so slepst ikki undan at taka einstakar av leikarunum hjá FÍF fram. Leikarar, sum onkursvegna hava alstóran týdning fyri avrikið á liðnum.
Omanfyri hava vit nevnt Manuelu Stan sum eitt upplagt evni til ársins leikara, men eisini leikarin, sum vann hendan heiðurin í fjør, er so avgjørt millum týdningarmestu liðirnar á VÍF liðnum.
Sóley Mikkelsen er sjáldan tann, sum ger mest háva burtur úr sær sjálvum, men hetta forðar henni ikki í at taka ábyrgd, tá nógv stendur á. Ferð eftir ferð hevur hon prógvað, at tað júst er í teimum stóru dystunum, at hon tekur um endan, og tað gjørdi hon eisini hesaferð. Serstakliga fyrstu løtuna, tá Stjørnan hevði gott tak á, var týdningur hennara sjónligur, og ikki minst var tað hennara fótskifti fyri at takka, at klaksvíkingarnir noyddust at umskipa verjuna eitt sindur flatari, so plássið ikki skuldi gerast ov gott.
Og so skal eisini leggjast afturat týdningurin, sum Sóley hevur í verjupartinum. Sum so var akkurát líka mikið hjá henni, um tað var Joan ella Adrijana, sum royndi at bróta ígjøgnum í hennara síðu. Sum størsta sjálvfylgjan varð rennibanin hjá áleyparanum hvørja ferð avskorin, soleiðis at støðurnar aloftast vórðu steðgaðar, áðrenn vandi var á ferð.
Nú skulu hinir leikararnir hjá VÍF ikki gloymast á nakran hátt, men tað er ein sannroynd, at uttan júst tær báðar, Manuelu og Sóley, hevði liðið í øllum førum ikki verið eins einaráðandi, sum tær hava verið skjótt tvey ár. Tær høvdu kanska verið meistarar og kanska eisini steypavinnarar, men slíkir leikarar eru sum skaptar til teir stóru dystirnar, og tað er ein eginleiki, sum ofta er gull verdur. Og tað var hann so sanniliga eisini leygardagin.

Dysturin í tølum
Stjørnan-VÍF 18-22 (7-13):
Støður í dystinum:
2-2, 6-7, 7-13, 11-14, 13-19, 18-22
Málskjúttar:
Stjørnan: Simona Dziugyte 7(4), Joan M. JOensen 6(1), Anna Kristina Samson 4, Beinta Klakstein 1
VÍF: Soley Mikkelsen 7(2), Ioana Rápa 6(1), Jórun Ludvig 4, Nicoleta Radu 2, Alis Høghamar 1, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 1, Jacklin Durhuus 1
Brotskøst: Stjørnan 7, VÍF 4
Útvísingar: Stjørnan 5, VÍF 4
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Mortensen. Fingu sum sína seinastu uppgávu í ár eina steypafinalu, og hana greiddi teir eisini so hampuliga væl.