VÍF á finaluplássi

Triði sigurin á rað kom til høldar í dag, tá H71 vitjaði í Vestmanna.

Frá fyrsta bríksli buldraðu vertirnir avstað, og hóast H71 svaraði aftur undan steðginum, so helt hetta ikki gula herinum niðri.

Eftir steðgin leyp VÍF aftur avstað, og so høvdu hoyvíkingarnir ikki nakað veruligt vápn.

 

Hjá VÍF skutu Sámal Joensen og Joen P. Høgnesen 6 mál í part. Dánjal Tórgarð skoraði 10 ferðir fyri VÍF.

 

VÍF-H71 29-25 (12-10)