VÍF á finalukós

Vinnur VÍF dystin ímóti KÍF í Atlantic Airways deildini sunnudagin, so eru teir at kalla tryggir at røkka finaluni um meistaraheitið. Hjá KÍF ræður eisini um at vinna fyri at halda fast í vónini at røkka heiðursmerkjum

Bæði VÍF og KÍF hava alt at spæla fyri, tá liðini møtast í einum týdningarmiklum dysti í høllini í Vestmanna sunnudagin. VÍF liggur í løtuni á odda í Atlantic Airways kappingini, og vinna teir dystin ímóti kollfirðingum, so kunnu teir næstan endaliga tryggja sær eitt pláss í finaluni um meistaraheitið.
Kollfirðingar liggja í løtuni á einum fimta plássi í bestu mansdeildini. Kappingin er tó sera jøvn millum liðini, og í løtuni er munurin upp til Kyndil á øðrum plássi bert tvey stig. Tí skal dysturin í Vestmanna helst vinnast, um KÍF skal halda fast í vónini um eitt finalupláss.
 
KÍF vann seinast
Dystirnir millum vestmenningar og kollfirðingar eru ofta rættiliga intensir, og soleiðis hevur eisini verið við dystunum hetta kappingarárið.
Í grundspælinum var munurin ikki serliga stórur í innanhýsis dystunum millum liðini bæði, men í báðum førum eydnaðist VÍF at draga longra stráðið. Í fyrra dystinum, sum var í Vestmanna, fylgdust liðini at kalla allan vegin, men síðstu løtuna tóktust kreftirnar hjá kollfirðingum at vera uppi, og so vann VÍF við trimum málum.
Í seinna dystinum var gongdin at kalla júst tann sama. Enn einaferð helt spenningurin sær langt inn í dystin, men móti endanum hevði VÍF fleiri kreftir, og enn einaferð vunnu teir ein dyst ímóti KÍF við trimum málum.
Í endaspælinum var tó øðrvísi. Her møttust liðini í Kollafirði í fyrra dystinum, og hesaferð eydnaðist KÍF at vinna tryggan sjey mála sigur á gestunum úr Vestmanna. Sostatt vann KÍF seinast hesi bæði liðini møttust, og hetta vil VÍF heilt víst ikki hava liggjandi á sínum herðum. Vinna teir dystin sunnudagin, so kunnu teir hevna seinasta tapið móti KÍF, samstundis sum teir kunnu senda kollfirðingarnar úr stríðnum um eitt finalupláss.