Hondbóltur
Týsdagin var lutur kastaður um, hvussu ymsu liðini hittast, tá tað í januar verður farið í holt við at spæla Europa-Cup fyri meistaralið.
Føroyska íkastið til kappingina hesaferð verður VÍF, sjálvsagt hevur spenningurin verið stórur, meðan bíðað hevur verið eftir lutakastinum.
Luturin hjá VÍF fall á Holland, og yvirhøvur mundi hetta vera eitt lutakast, sum hóskar suverenu meistarunum frá í fjør sera væl.
Holland er ikki nakar altjóða risi í kvinnuhondbólti, og tí eru ítróttarligu møguleikarnir í hesum helst væl størri, enn um liðið hevði møtt meistaranum úr onkrum av sterkastu hondbóltstjóðunum.
Haraftaruat kemur, at fyrireikingararbeiðið og tann fíggjarligi parturin ikki gerast alt ov tungir, tá talan verður um eina ferð til Hollands. Her kundi talan verið um munandi størri útreiðslur, um talan um lið úr fjarskotnum londum.
Enn er ikki greitt, um talan verður um dyst bæði í Føroyum og í Hollandi, ella um báðir dystirnir verða leiktir eitt og sama stað.










