Hondbóltur
Eftir 40 minuttum í VB-høllini stóð 26-5 á máltalvuni. Eitt týðiligt tekin um klassamunin, sum var á liðunum báðum, sum dystaðust hendan dagin. VB hevði tá við fullari ferð víst, at liðið framvegis er millum tey allar bestu í føroyskum kvinnuhondbólti. Samstundis var staðfestingin enn einaferð, at VÍF í løtuni er langt frá liðnum, sum eitt tíðarskeið var mest sum einaráðandi í Føroyum.
Tølini tala helst eisini í ríkiligt mát fyri seg, tá dysturin skal viðgerast. Eftir sjey minuttum stóð 3-3 á máltalvuni, men so skrædnaði tað fullokomuliga. 27 minuttir skuldu ganga, áðrenn VÍF aftur skoraði. Tá hevði VB sent bóltin í kassan ikki færri enn 20 ferðir afturat, og so var tann ivin líkasum burtubeindur. Seinastu løtuna slapp VÍF at minka nakað um, munin, men meira enn kosmetiskt gjørdist tað so ongantíð.
Fakta um dystin
VB-VÍF 31-14 (20-3):
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 10(3), Aukse Vysniaskaite 8, Margreth Augustinussen 6, Rannvá Augustinsusen 2, Arnleyg Hjelm 2, Jacoba Poulsen 1, Laila Jespersen 1, Jóna Thorsteinsson 1
VÍF: Ioana Rápa 4, Linda Johannesen 3, Kirstin Helgadóttir 2, Fríða Marjunardóttir 1, Tórunn Jónálvsdóttir 1, Finngerð Jensen 1, Annfríða Helgadóttir 1, Eyðritt Andreasen 1
Brotskøst: VB 4
Útvísingar: VB 1, VÍF 2
Dómarar: Pole Hansen & Hartvig Joensen.