Seinastu nógvu umførini hevur annars einki vilja borið til hjá VÍF, men í dag glapp av álvara hjá teimum.
StÍF var annars á odda fyrstu løtuna, men um miðjan fyrra hálvleik fekk heimaliðið veruliga ferð á.
Og so vendist ikki aftur. Spæligleðin spruttaði aftur hjá liðnum, og verður hetta støðið undir framtíðar avrikum, eigur niðurflytingarvandin av skúgvast langt av leið.
Besti málskjútti hjá VÍF var Bjarti Hansen við 10 málum. Mortan Hansen og Leivur Justinussen skutu 6 mál í part fyri StÍF.
VÍF-StÍF 35-25 (17-11)