Málverjarnar báðir, Jacob Larsen og Eli Muller, hjá ávíkavist Neistanum og VÍF hava vart sera væl fyri í fyrra hálvleiki, og takkað verið teimum, eru heldur fá mál skotin, fyrsta hálva tíman í høllini á Hálsi.
Spælið bylgjar aftur og fram, og liðini skiftast um at hava yvirtakið. Tó tóku VÍF seg framum við tveimum beint fyri steðgin.
Hálvleiksstøðan er 13-11 til gestirnar úr Vestmanna, og tað hóvar teimum VÍF áskoðarunum, ið eru komnir úr Vestmanna í ódnarveðrinum, avbera væl.