Annað árið á rað hava vestmenningar vunnið Faxe Kondi steypakappingina hjá gentum 10. Í einum málríkum og sera spennandi dysti eydnaðist tað gentunum úr Vestmanna at vinna 13-12 á Kyndli.
VÍF byrjaði best, men Kyndil svaraði aftur. Genturnar úr Vestmanna høvdu kortini munin, og tá farið varð til hálvleik, var VÍF á odda 7-6.
Gongdin í seinna hálvleiki var tann sama. Liðini skiftust um at skora, men VÍF misti ongantíð leiðsluna. Tá hálvur minuttur var eftir av dystinum, skoraði VÍF til endaligu støðuna 13-12.
Rakul Borgarlíð Joensen var kosin dagsins leikari. Hon gjørdi seks av teimum 13 málunum hjá VÍF.
Somu feløg vóru í steypafinaluni hjá gentum 10 ár í fjør. Ta finaluna vann VÍF eisini.
Gentur 10:
Finala millum Kyndil og VÍF
Úrslit: 13-12 til VÍF
Málskjúttar hjá VÍF:
Rakul Borgarlíð Joensen 6, Bára Holm í Innistovu 3, Amilia A. Joensen 2, Sylvia Nielsen 2.
Málskjúttar hjá Kyndli:
Katrin Hansen 6, Marta Sofía Østerø 4, Ró Reginsdóttir 2.