Við tryggum 33-25-sigri á H71 í dag, livir vónin hjá VÍF framvegis um at spæla seg í FM-finaluna.
H71 fekk betru byrjanina og var eina løtu á odda 4-1, men so steðgaði fullkomiliga upp og vestmenningar sluppu inn aftur í dystin. Hóast tað eina løtu leikaði javnt á, so fór VÍF frá hoyvíkingum stutt undan hálvleikinum og tryggjaðu sær eina 17-13-hálvleiksleiðslu.
Í seinna hálvleiki var VÍF betra liðið, men H71 kempaði væl og var dysturin helst eisini javnari enn úrslitið, sum gjørdist 33-25 til VÍF, sigur.
Við sigrinum heldur VÍF lív í vónini um at røkka FM-finaluni. Vinna teir dystin, sum teir hava til góðar, eru teir bara eitt stig frá Neistanum á 2. plássi.
Sámal Joensen og Agnar Joensen gjørdust toppskjúttar hjá VÍF við sjey málum hvør, meðan Dánjal Tórgarð fekk átta mál fyri H71.