Sjóverjuskipið Vædderen, sum í fjør sigldi kring Jørðina í sambandi við Galathea-ferðina, er nú aftur í Føroyum Vædderen kom aftur higar í síðstu viku og verður partur av fiskiveiðieftirlitinum í føroyskum sjógvi og bjargingarskip til tann 25. november.
Tá fer skipið til Grønlands at reka somu uppgávur, sigur Færøernes Kommando.
Nú Vædderen er komin til Føroya, er Lars H. Hansen skipari. Hann var eisini skipari á teirri seinnu helvtini av Galathea-ferðini.