Andstøðan setti føtir í spenni fyri at forða fyri, at vit í Føroyum fáa eitt váðaráð og at Landsbanki Føroya verður endurstovnaður.
Men hóast tað, so samtykti Løgtingið bæði málini seinnapartin í dag við minst møguliga meirluta. Málini fingu 15 atkvøður fyri og 14 ímóti.
Hetta hevur við sær, at Landsbanki Føroya verður endurstovnaður 1. januar og at eitt váðaráð verður sett á stovn í summar. Váðaráðið er eitt eftirlit, sum skal fylgja við, hvussu støðan er í fíggjargeiranum yvirhøvur.
Hetta verður eitt yvirskipað eftirlit, sum kemur afturat teimum eftirlitum, sum frammanundan eru á økinum.