Æðuvík fær sparkivøll

Eisini børn og vaksin í Æðuvík, fáa nú sín sparkivøll, akkurát, sum so nógvar aðrar bygdir og býlingar í landinum

Vøllurin í Æðuvík er eitt sindur størri enn vanligu vøllirnir og, sum tað sæst á myndini, verður hann eisini ein av teimum heilt snotuligu við borði og benkrum beint við gyrðingina

Tað er Runavíkar Kommuna, og lokalar eldsálir í økinum, sum standa fyri hesi verkætlan, og serliga tað sjálvbodna arbeiðið er stórt í sambandi við vøllin

Hildið verður, at vøllurin verður klárur at taka í nýtslu einaferð í juli mánað.