Utzon vitjað borgarstjóran í Klaksvík

Arkitektafelagið hevur boðið Jeppe Utzon, arkitekti til Føroya, her hann heldur nakrar fyrilestrar um arkitektur í breiðari merking.

 

Arkitektafelagið hevur boðið Jeppe Utzon, arkitekti til Føroya, her hann heldur nakrar fyrilestrar um arkitektur í breiðari merking.


Í dag gekk leiðin til Klaksvíkar, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri bóðaði vælkomin. Í býráðshøllini helt Jeppe, ið er abbasonur kenda danska arkitektin, Jørn Utzon, sum bygdi heimskenda oprahúsið í Sydney, ein fyrilestur fyri Teknisku deild.
 
Jeppe greiddi nakað frá ættarbondum sínum og at, at tekna, mála, sniðgeva og arkitekturur hevði gingið víða í arv í familiu hansara. Pápin, Jan, sum eisini er arkitektur, hevur teknað nakað í Miðeystri, Mexico og aðra staðni úti í heimi.
 
Tó at Jeppe enn er ungur, so hevur hann longu lagt nakrar varðar eftir seg í arkitektahøpi.


http://www.jeppeutzon.com/


Arkitektafelagið hevur, sum sagt, boðið Jeppe Utzon higar, og hevur hann fyrilestur fyri felagnum, umframt at nakrir almennir fyrilestrar eru lagdir inn í skránna m.a. ein á Østrøm komandi hósdag.

 

Jeppe, sum er ein sáttligur og fyrikomandi maður, dámdi væl at at síggja hetta vakra landið og var eisini áhugaður í mongu slupp-modellunum, Hans Jacob Fuglø hevur gjørt, sum standa í býráðshøllini. Langabbi Jeppe hevur teknað hópin av skipum – serliga seglskip, greiddi Jeppi frá við einum smíli og takkaði fyri ferðina í Klaksvík.
 

Orð og myndir: Dávur Winther