Útvarpsmaður fer undir miðlaframleiðslu

Saman við Johannes Steingrund hevur Hans Andor Johannesen stovnað nýtt felagið, sum skal fáast við ljóð, ljós, video og pallútgerð

Saman við Johannes Steingrund hevur Hans Andor Johannesen stovnað nýtt felagið, sum skal fáast við ljóð, ljós, video og pallútgerð

 

 

Tað var beint fyri mánaðarskiftið, at tað frættist, at Hans Andor Johannsen, tekniskur leiðari í Kringvarpi Føroya, hevði sagt seg úr starvi.

 

Nú hevur hann – saman við Johannes Steingrund – stovnað nýtt felag, nevnt Sp/f AVLux Føroyar, sum hevur til endamáls sølu og útleigan av ljóð-, ljós-, video- og pallútgerð umframt miðlaframleiðslu og annað virksemi í hesum sambandi.

 

Tá hann segði seg úr starvi í Kringvarpinum, segði Hans Andor Johannesen við in.fo, at tekniska grundarlagið undir Kringvarpinum var burtur, og at stovnurin er langt afturúat tekniskt.

 

– Eg kann ikki standi inni fyri at leggja so stórar arbeiðsbyrðar á fólkið, sum má til, tá tað soleiðis verður drivin rovdrift upp á fólkið, segði Hans Andor Johannesen.

 

Hann segði eisini, at Kringvarpið manglar fólkaresursir, og at tað ikki sær út sum um at nøkur loysn er í eygsjón.

 

– Kringvarpið koyrir bara ein veg, og tað er niðureftir, og tí havi eg valt at fara í annað starv, segði Hans Andor Johannsen, sum tá eisini váttaði, at hann skuldi byrja í starvi sum ráðgevi hjá Steingrund Akustik.

 

Nýggja felagið, sum Hans Andor Johannesen og Joannes Steingrund hava stovnað, varð stovnað fríggjadagin og hevur bústað á Berjabrekku í Havn. Stjóri í felagnum er Hans Andor Johannesen.

 

Felagið hevur hjánøvnini: Sp/f AVLux Event, Sp/f AVLux Production, Sp/f AVLux Rental, Sp/f AVLux Søla