Uttanríkisráðið ger einki til nyttu

? og tí skal tað sparast burtur, so pensjónistarnir fáa frið, heldur Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður Sambandsfloksins.

- Politiski sjónleikurin er ikki til at halda út. Tað snýr seg bara um eina simpla umprioritering, so er trupulleikin loystur, heldur Edmund Joensen, sum heldur, at í staðin fyri at pensjónistar skulu gjalda meira fyri at búgva á sambýlum, so skal uttanríkisráðið bera sparingina. ? Tí Uttanríkisráðið ger einki til nyttu kortini ? tað kostar bara pengar, heldur hann.

Í einum lesarabrævi vísir Edmund Joensen samgongufeløgum sínum á, hvussu sparast kann. Hann hevur tíggju punkt.

1. Niður í seks aðalráð

2. Landsstýrið skal fylgja tilráðingini hjá Búskaparráðnum at fáa hallið burtur á fíggjarlógini

3. Ríkisveitingin skal tiðnast

4. Yvirtøkusteðgur

5. Evropapolitikkur skal á dagsskrá

6. Gransking skal geva meira uppisjóvarfisk

7. Nýggj fiskivinnustrategi

8. Kommunusamanlegging

9. Eitt sjúkrahús

10. Undirvísing í kraftdeplar

Edmund Joensen heldur, at hesi ráðini vísa, at ABC-samgongan hevur góðar møguleikar at fremja effektivar broytingar, ið kunnu vera við til at venda gongdini, so samfelagið fær størri inntøkur, og búskapurin gerst meira burðardyggur og haldførur.

- Vit síggja í hesum døgum, at húsarhaldini gera alt tað, tey eru ment, fyri at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman. Tað er eisini sjónligt, at privatar fyritøkur stríðast fyri at yvirliva, sigur hann.

Edmund Joensen heldur, at landsstýrið kann ikki loyva sær at halda fram, sum um einki er hent ella broytt.

- Farast skal ígjøgnum alt samfelagið og tann almenna geiran. Her skal rationaliserast, sparast og trimmast. Summi halda, at einasta tilveruorsøk hjá landsstýrinum er at fáa búskaparligt og fíggjarligt skil á hetta landið. Tey hava rætt, sigur Edmund Joensen ? men hann leggur afturat: Men latið pensjónistarnar fáa frið!