Uttanríkisráðharrin á árligari vitjan

Danski utanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen, kom mánadagin á árligu vitjan sína í Føroyum. Hann fer avstað aftur í dag

 

EDVARD JOENSEN

Á vitjan síni í Føroyum hevur Niels Helveg Petersen hitt løgmann, landsstýrið og uttanlandsnevnd løgtingsins. Eisini hevur hann vitjað Oljumálastýrið og Menningarstovuna.

Niels Helveg Petersen segði á tíðindafundi mánadagin, at hann hevði tosað við løgmann og kunnað hann um ymisk uttanríkispolitisk viðurskifti. Samstundis nýtti hann eisini høvi sjálvur at fáa meira at vita um føroysk viðurskifti.

Niels Helveg Petersen segði, at hann hevði fingið væl burtur úr.

Tey evni, sum serliga vórðu viðgjørd, segði uttanríkisráðharrin, vóru viðurskifti Føroya við ES, føroyskar handilsavtalur, umframt at hann sjálvur kunnaði um aktuellu støðuna í ES.

Serliga eru tað samráðingarnar, ES í løtuni hevur við eystur- og miðeuropeisku londini, sum ynskja limaskap í ES.

Umframt hevur uttanríkisráðharrin kunnað føroyingar um danska formansskapin í norðurlendskum samstarvi, og um hvørjar ætlanir Danmark hevur um menning av hesum samstarvinum.

Danmark hevur fingið eitt nýtt útflutningsráð, Danmarks Exportråd, sum heldur til í Uttanríkisráðnum.

-Og tað er sjálvsagt, segði Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri, at Danmarks Exportråd eisini stendur fult út til taks hjá føroyskum útflutningsfyritøkum at nýta.

Um vitjanina á Oljumálastýrinum segði uttanríkisráðharrin, at tað er við stórum áhuga, hann fylgir komandi føroysku oljuvinnuni. Hann hevði merkt sær, at til dømis grøna flaggið hjá BP veittraði í Havn.

Um handilsavtalurnar, føroyingar gera við Russland og Turkaland, segði Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri, at tær vóru bara at fegnast um.

Hann helt ikki, at føroyingar skuldu ganga frá slíkum avtalum, hóast bæði Russland og Turkaland høvdu ávís ófriðalig umráði innan síni landamørk. Eitt nú kríggjast russar í Chechnia og turkar hava sítt stríð við armenar.

Millum annað varð nevnt, at turkar hava deyðarevsing, og at kurdaleiðarin, Abdullah Oechalan, framvegis hevur ein deyðadóm hangandi yvir sær.

Men vit skulu taka tað sum eitt positivt tekin, segði uttanríkisráðharrin, at turkar hava ikki framt nakran deyðadóm seinnu árini. Annars nevndi hann, at meirilutin í turkisku stjórnini eru fólk, sum persónliga eru í móti deyðarevsing.

Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri, segði, at Danmark av fullum huga tekur undir við handilsavtalum føroyinga við millum onnur hesi londini.