Eitt flogfar við danska uttanríkisráðharranum mátti neyðlenda á Kýpros í dag Ein riva í einum rúti noyddi í dag eitt flogfar hjá danska flogvápninum at neyðlenda á Kýpros.
Í flogfarinum var danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, sum er á veg til Miðeysturs, skrivar Politiken.
Blaðið skrivar,. at flogfarið fleyg spakuliga og lágt fyri at forða fyri, at rúturin við rivuni skuldi brotna.
Men rúturin helt, at flogfarið setti seg í øllum góðum á Kýpros.