Danska stjórnin er sinnað at eftirlíka føroysku og grønlendsku ynskjunum um størri ávirkan á síni egnu uttanríkispolitikisku viðurskifti.
Mál, sum bert viðvíkja Føroyum og Grønlandi, skulu ikki til Danmarkar at venda, áðrenn endaligu avgerðirnar verða tiknar. Føroyar og Grønland skulu hava myndugleika at taka allar slíkar avgerðir heima hjá sær sjálvum. Uttan at danir leggja seg útí viðurskiftini.
Hesum boðadi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, frá, tá Fólkatingið vard sett í gjár. Bæði Føroyar og Grønland vilja sleppa at spæla ein størri leiklut á uttanríkispolitiska økinum, vísti forsætisráðharrin á. Og hóast heimastýrislógin ásetur, at danir umsita uttanríkispolitikkin vegna alt ríkið, so skal hetta ikki vera nøkur forðing, segði Forsætisráðharrin í setanarrøðuni í gjár.
Lóggeva fyri broytingunum
Danska stjórnin er sinnað at lóggeva, so málsræðið verdur flutt úr Keypmannahavn til Føroya og Grønlands.
- Stjórnin er sinnað at umrøða eina skipan, sum ber í sær, at føroysku og grønlendsku landsstýrini fáa heimild at taka avgerðir vegna ríkið í millumlanda viðurskiftum, sum einans víðvíkja Føroyum og Grønlandi.
- Ein tílik heimild liggur uttanfyri heimastýrislógirnar, men stjórnin er sinnað at lóggeva, so føroysku og grønlendsku landsstýrini fáa eina tílíka heimild, segði forsætisráðharrin frá Fólkatingsins røðarapalli.
Talan er um eina stóra broyting í mun til tær mannagongdir, sum eru galdandi í dag. Í dag kunnu Føroyar og Grønland ikki av sínum eintingum gera sáttmálar - um eitt nú fiskivinnurættindi - við onnur lond. Danska Uttanríkisráðið er altíð umboðað í millumlanda samráðingum og skal geva sítt endaliga loyvi.
Tað hevur eisini mangan verið frammi, at Danmark hevur ilt við at røkja føroysk áhugamál, tí Danmark er limur í ES, og tað eru Føroyar ikki. Tað ber ikki til at røkja áhugamálini hjá bæði Føroyum og ES, tá ið ES hevur eina aðra almenna støðu enn Føroyar í ávísum málum, eitt nú viðvíkjandi hvalaveiðu.
Hvussu umfatandi broyting, talan verður um, er ógreitt enn, tí forsætisráðharrin leggur upp til, at hetta er ein samráðingarspurningur millum Føroyar, Grønland og Danmark.
Menna sjálvstýrið - í ríkinum
Anders Fogh Rasmussen heldur tað vera náttúrligt, at Føroyar og Grønland vilja hava størri ávirkan á egin viðurskifti.
- Tað liggur nakað grundleggjandi sunt í, at avgerðir verda tiknar so nær teimum fólkunum, sum avgerðirnar viðvíkja, sigur hann. Stjórnin styðjar tí einari gongd, sum ber í sær, at Føroyar og Grønland yvirtaka ábyrgdina av so nógvum uppgávum sum gjørligt, leggur hann afturat.
Forsætisráðharrin vísir á, at samráðingar í løtuni eru millum stjórnina og landsstýrið um at yvirtaka løgreglu- og rættarskipanina, familjurættin, fólkakirkjuna, útlendingaøkið og málsøki á vinnurættarliga økinum.
Hesa gongdina tykist danski forsætisráðharrin at vera væl nøgdur við. Fyri tað fyrsta, tí hetta er tað, føroyska landsstýrið ynskir og í øðrum lagi, tí hesar samráðingar liggja innanfyri karmarnar í Ríkisfelagskapinum.
Og í Ríkisfelagsskapinum vil danski forsætisráðharrin varðveita Føroyar og Grønland, samstundis sum hann er sinnaður at endurnýggja felagsskapin millum tey trý londini.
Fyrimunir í ríkinum
- Føroyska heimastýrið hevur virkað í meira enn hálva øld, tað grønlendska í kvarta øld. Tíðin er komin til broytingar. Tíðin er komin til at endurnýggja heimastýrisskipanirnar, heldur Anders Fogh Rasmussen.
- Men allar broytingar, sum verða gjørdar, eiga at fara fram innanfyri Ríkisfelagsskapin, leggur hann afturat.
- Stjórnin heldur, at tað er ein fyrimunur, um gongdin móti øktum sjálvstýri fer fram innanfyri karmarnar í Ríkisfelagsskapinum. Tað eru so sterk bond millum Grønland, Føroyar og Danmark, at tað er náttúrligt hjá okkum at standa saman og hjálpa hvør øðrum, segði forsætisráðharrin, sum tó undirstrikar, at endaliga avgerðin um framtídarstøðuna liggur hjá føroyska og grønlendska fólkinum.
Hetta seinna er ein endurtøka av støðuni, sum danska stjórnin hevur haft seinastu mongu árini, men í samband við uttanríkispolitikkin er talan um nýggjar tónar frá danska forsætisráðharranum.