Uttanríkispolitiska lógin merkir virknari uttanríkispolitikk

Jóannes Eidesgaard
løgmaður
??????
Uttanríkispolitiska lógin víðkar okkara møguleikar at samráðast okkara egna vegna. Lógin gevur okkum møguleikan at menna ein munandi meira sjálvstøðugan og sjónligari leiklut á uttanríkispolitiska pallinum.
Við nýggju uttanríkispolitisku lógini verður tað ikki longur neyðugt at biðja um fulltrú úr Keypmannahavn, tá vit samráðast og gera sáttmálar við onnur lond og millumtjóðafelagsskapir, tá tað snýr seg um málsøkir, vit sjálvi ráða yvir.
Tað verður ikki longur eitt krav, at danska uttanríkistænastan skal luttaka í samráðingunum, soleiðis sum tað higartil hevur verið eftir heimastýrislógini. Mannagongdin hevur nevniliga verið, at danska uttanríkismálaráðið í hvørjum einstøkum føri hevur skulað mett, um tað er í samsvari við áhugamál ríkisins at lata føroyingum samráðingarheimildina, eisini hóast talan hevur verið um samráðingar um yvirtikin málsøki. Og tað hevur verið eitt krav, at danska uttanríkistænastan skal luttaka í samráðingunum. Hesar reglur hava gjørt tilgongdina bæði stirvna og tunga. Ofta hevur tað tikið drúgva tíð at fáa svar úr Danmark, og tað hevur í fleiri førum beinleiðis skaðað uttanríkisáhugamálum okkara. Nýggja lógin ruddar upp í hesum viðurskiftum nú føroyska uttanríkistænastan fer at hava beinleiðis diplomatiskt samskifti við aðrar uttanríkistænastur. Hetta geldur eisini løgfrøðiliga bindandi skrivligt samskifti millum Føroyar og onnur lond.

Løgmaður skrivar
nú undir
Higartil hevur danski uttanríkisráðharrin undirritað sáttmálarnar fyri Danmarkar ríkið og fevnandi um Føroyar. Løgmaður hevur havt møguleikan at seta sína undirskrift á sáttmálan eisini, men hansara undirskrift hevur ikki havt nakað altjóðarættarligt gildi ? tí hann bert hevur verið medundirritari hjá donsku myndugleikunum.
Nú verður tað løgmaður einsamallur ? saman við sínum útlendska starvsbróðuri ? ið skrivar undir sáttmálar Føroya við onnur lond. Løgmaður verður ikki longur bert ein medundirritari. Hansara undirskrift verður altjóða bindandi. Hetta er eitt stórt framstig í mun til verandi støðu!
Nógv teir flestu sáttmálar eru stjórnarsáttmálar. Sum dømi um stjórnarsáttmálar eru okkara fríhandilssáttmálar, eitt nú við ES, og rammusáttmálar um fiskirættindi. Í øllum hesum sáttmálum fer ?Føroya landsstýri? at standa í sáttmálaheitinum saman við stjórnini hjá landinum vit gera sáttmála við.
Tá løgmaður hinvegin skrivar undir sáttmálar har ríkisnøvnini verða nevnd, kemur at standa ?Danmarkar kongsríki Føroyum viðvíkjandi?. Hetta er ein staðfesting av, at løgmaður her undirritar sáttmála, sum er galdandi fyri tann partin av ríkinum, ið er okkara ? Føroyar. Hetta merkir sjálvandi at løgmaður ikki skrivar undir vegna eitt sjálvstøðugt ríki, tí vit eru ikki eitt sjálvstøðugt ríki. Í før-um har vit fara at gera sáttmálar saman við grønlendingum kemur at standa; ?Danmarkar kongsríki Føroyum og Grønlandi viðvíkjandi?.

Sjálvstøðugan limaskap
Vit kunnu í ávísum førum fáa limaskap og atlimaskap í millumtjóðafelagsskapum, sum hava samtyktir, ið loyva tí, og tá tað ikki er í stríð við støðu okkara í ríkisfelagsskapinum. Nú kunnu Føroyar sjálvar søkja sær limaskap ? tað er ikki longur Danmark, sum skal søkja fyri Føroyar.
Lógin víðkar eisini munandi um okkara møguleikar at hava sendimenn í øllum londum og millumtjóðafelagsskapum, har Danmark í dag er umboðað, og ikki sum í dag, bert í londum har vit hava ?serlig vinnulig áhugamál?.
Ein hjáveiða við uttanríkispolitisku lógini kann væl verða, at tað fer at gerast lættari hjá føroyskum meginfeløgum at fáa limaskap í ikki-stjórnarligum millumtjóðafelagsskapum eitt nú innan mentan ella ítrótt. Tí, gerast vit meira sjónlig, fara slíkir felagsskapir at geva Føroyum størri ans og við hesum fylgir helst størri vælvild til føroysk ynski um limaskap.

Danir bundið seg
Tað er ikki løgið, um fólk flest eru ørkymlaði, nú harðar røddir vilja vera við, at uttanríkispolitiska lógin er eitt afturstig. Men tann, sum sigur tað, hevur annaðhvørt misskilt lógina ella hevur ikki lagt seg eftir at skilja hana. Við lógini skriva danir undir uppá, at teir geva føroyingum víðkaðar heimildir á uttanríkispolitiska økinum. Okkara myndugleiki á økinum verður nú staðfestur í lóg, heldur enn í óvissari fulltrú frá donskum uttanríkisráðharra!

Vit vilja, og vit
fáa ávirkan
Lógin opnar ikki øll portur á víðan vegg til umheimin. Uttanríkispolitikkur er framvegis danskt málsøki. Antin einum dámar tað ella ikki, er tað ein veruleiki, at Løgtingið samtykti hetta í 1948, tí tá varð heimastýrislógin samtykt við eini áseting í § 5 um, at uttanríkismál eru felagsmál. Tað er veruleiki, vit mugu fyrihalda okkum til. Ræði á uttanríkismálum er eisini eitt hitt fremsta eyðkenni hjá einum fullveldisríki. Tí gevur hendan lógin heldur ikki føroyingum óavmarkað vald á hesum øki. At yvirtaka uttanríkismál er jú tað sama sum at loysa frá Danmark og tað er ikki dagsskráin hjá hesi samgongu.
Men lógin er eitt amboð, sum víðkar okkara møguleikar at samráðast okkara egna vegna, og tíðin fer skjótt at vísa at so er. Nýta vit lógina til fulnar, verður ein sjálvstøðugur leiklutur í uttanríkispolitikki ein víðgangandi siðvenja.
Uttanríkispolitiska lógin, sum í løtuni verður viðgjørd í Løgtinginum, gevur okkum vissuliga møguleikan at taka við størri uttanríkispolitiskari ábyrgd - og tað er tað, vit vilja!