Uttanríkismál

Saman við Danmark kunnu føroyingar, um vit spæla kortini rætt, hava nakað at siga í uttanríkismálinum.

 

Eitt sambandsumboð, sum verður partur av tingbólkinum hjá Vinstra, kann siga sína hugsan fyrst á fundi í tingbólkinum, og síðan fyri øllum tinginum. Um til dømis spurningar viðvíkjandi Miðeystri verða uppi at venda, ja so hevið eitt sambandsumboð kunnað sagt nøkur borgarlig orð við harra Lykketoft, tí tey flestu eru uttan iva samd um, at hann hevur spælt síni kort sera illa á tí økinum.

Persónliga eri eg ein, sum eri viðhaldsmaður av fólkaræðinum, og tí vildi eg viðgjørt uttanríkismál við tí fyri eyga, at øll lond í heiminum skulu virða tey fólkarættsligu virðini. Eitt nú í miðeystri er Ísreal eitt av teimum heilt fáu sum gera tað.

Uttan iva fer støðan í miðeystri at verða nógv viðgjørd tey næstu árini. Tí er umráðandi, at okkara umboð hevur eitt vakið eyga við tí sum ferð at henda í stóru verð, og her er Fólkatingi ein góður pallur, av tí at Danmark er við bæði í Nato, ST og ES.