Uttanmenn og innanmenn fylla Tórsvøll

NSÍ hevur nýggjan verjuspælara á listanum, og B68 hevur nýggjan álopsspælara á listanum

Klokkan 17 í dag verður fyrsta bríksl í 17. umfari í landskappingini í fótbólti. B68 eigur heimadysti, og talan er um grannadyst ímóti NSÍ.

 

Fyrsta grannauppgerðin var á Svangaskarði 4. mai, og tá vann NSÍ 2-1, eftir at B68 í meiri enn ein tíma var frammanfyri 1-0.

 

Í báðum legum verður gjørt nógv burturúr, og talan er um fjepparatiltøk í høvuðsstaðnum bæði í reyðu og gulu legunum.

 

NSÍ hevur í summarsteðginum verið á venjingarlegu í Karlskrona í Svøríki. Undan summarsteðginum vóru tveir svenskir spælarar á liðnum hjá NSÍ. Teir eru báðir givnir í felagnum - Adi Terzic og Konrad Gustafsson. Nýggjur í felagnum er 23 ára gamli Rasmus Plauborg, sum er svenskur miðverji. Stutt undan summarsteðginum legðist svenski verjuspælarin Viktor Agardius aftrat.

 

Hjá B68 eru tveir spælarar leikbannaðir. Teir eru miðvallarin Ragnar Samuelsen og álopsspælarin Brian Jakobsen.

 

Nýggjur í felagnum er álopsspælarin Jóhan Josephsen, sum er leigaður úr KÍ.

 

B68 – NSÍ: Heini Ziskason Viðoy á Tórsvølli kl. 17.00