Eftirspurningurin á arbeiðsmegi í Føroyum er so stórur, at Búskaparráðið heldur tað verða skeivt, at til dømis føroyskir handverkarar hava fyrimun av at arbeiða uttanlands.
Hetta sigur ráðið í nýggju frágreiðing síni, sum kom fyri viku síðani.
Uttanlandsfrádrátturin hevur við sær, at eitt nú handverkarar hava fyrimun av at arbeiða í útlondum.
- Hetta er serliga óheppið í tíðum við stórum eftirspurningi á arbeiðsmegi sum heild, og kanska serliga í byggivinnuni. Frádrátturin eigur tí at skerjast og helst takast heilt burtur, sigur Búskaparráðið.
Arbeiðsstyrkin vaksandi
Støðugi eftirspurningurin á arbeiðsmegi ger, at tað framvegis koma fólk í arbeiði. Hetta eru antin fólk, sum hava verið arbeiðsleys, ella fólk sum flyta heimaftur til Føroya og fáa arbeiði.
Arbeiðsloysi er so gott sum burtur. Í september mánaði vóru 748 fól skrásett sum arbeiðsleys, og tað svarar til 3% av arbeiðsstyrkini. Hetta er ein minking upp á eitt prosentstig samanborið við sama mánað í fjør.
Fleiri føroyingar flyta heimaftur, sum fóru undan kreppuni, og pláss er fyri fleiri, sigur Búskaparráðið. Frá januar til september var nettoflytingin til Føroya 374 fólk.










