Uttanlandsnevndin skal ráðgeva

.

Í viðtalu í blaðnum í gjár endurgóvu vit Høgna Hoydal fyri at siga, at uttanlandsnevndin sleppur at flyta hvørt komma í samráðingarupplegginum um ríkisrættarligu støðuna, um hon vil.

Hetta var ein heldur óheppin orðing. Tað, Høgni Hoydal í veruleikanum segði var, at uttanlandsnevndin sleppur at ráðgeva til hvørt komma í samráðingarupplegginum. Men talan er sjálvsagt bert um ráðgeving.