Seinsta fríggjadagin í farnu viku vóru ábendingar um, at uttanlandsnevndin fór at gerast liðug við viðgerðina av fullveldismálinum, og tískil fór at handa landsstýrinum álit hendan dagin.
Fyrrapartin í gjár, eina viku seinni, ætlaði uttanlandsnevndin sær heilt vist at vera liðug við álit síni, so tey kundu handast landsstýrinum. Men so varð ikki.
Skuldu royna aftur
Uttanlandsnevndin væntaði í gjár eina skjóta viðgerð, har álitini vórðu løgd fram fyri nevndina og síðani latin landsstýrinum. Tí valdi formaður nevndarinnar, Hergeir Nielsen, at leggja fundin klokkan níggju, ein tíma áðrenn tingfundin.
Men allir flokkarnir vóru ikki lidnir við álit síni, og tá klokkan leið móti tíggju og tað nærkaðist til, at tingfundurin varð settur, varð gjørt av at slíta fundin og síðani møtast aftur klokkan trý seinnapartin.
Seinasti fundurin
Tá Sosialurin prátaði við Hergeir Nielsen, formann í uttanlandsnevndini, beint eftir uttanlandsnevndarfundin fyrrapartin í gjár, segði hann seg vera rímiliga vísan í, at fundurin seinnapartin fór at verða tann seinasti áðrenn álit verða løgd fram.
Hergeir Nielsen vísti kortini á, at hann ikki kundi vissa um, at álit fóru at verða løgd fram efir hendan fundin. Men so var tað tí at okkurt serligt fór at vera á skránni.
? Frá mínari síðu er málið heilt avgjørt avgreitt seinnapartin, segði Hergeir Nielsen eftir fundin fyrrapartin í gjár.










