Uttanlandsnevndin í Danmark

Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum hevur fyri stuttum verið í Danmark og hitt millum onnur forsætisráðharran

Uttanlandsnevndin var herfyri í Dnamark og vitjaði eftir innbjóðing frá 21 mannanevndini, sum Fólktiangið hevur valt at viðgera føroysk viðurskifti.
Millum annað var føroyska ferðalagið á Marienborg og vitjaði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra, sigur Johan Dahl, formaður í Uttanlandsnevndini.
Tosað varð millum annað við forsætisráðharran um flogvøll.
?Hann tykist positivur og vil finna loysnir, sum baðir partar kunnu verða kentir við, sigur Johan Dahl.
Nevndin kann ikki taka nakrar avgerðir í hesum málinum, sum í løtuni liggur hjá forsætisráðharranum og løgmanni. Men nevndin er so kunnað um, at gongd er í málinum, sum nú er hjá embætisfólki til viðgerðar.
Fundur var eisini við 21 mannanevndina, har tosað varð um ymisk viðurskifti, ið hava við Føroyar at gera.
Føroyingarnir kunnaðu nevndina um eitt nú støðuna í føroysku alivinnuni, og so varð eisini komið inn á málið um blokkstuðulin.
?Tað er eisngin ivi um, at danskir politikarar vilja halda seg til gjørdar avtalur, sigur Johan Dahl, formaður í Uttanríkisnevndini hjá Løgtinginum. Tað, sum avtalað er, verður standandi. Og verandi samgonga hevur ongar ætlanir í løtuni um at gera nakrar broytingar, sigur hann.
Ferðin var ein kunningarferð, ið er vanlig báðar vegir. Danska 21 mannanevndin er eisini av og á í Føroyum og vitjar. Ongar avtalur verða gjørdar á slíkum ferðum, sigur Johan Dahl, nevndarformaður.