Einasta virksemi í Løgtinginum hesa vikuna er ein nevndarfundur í Løgtingsins uttanlandsnevnd, sum verður fríggjadagin. Tá skal nevndin hitta nýggja danska uttanríkisráðharran, Anders Samulsen, sum vitjar í Føroyum.
Nevndin skal eisini viðgera eitt uppskot til samtyktar frá Miðflokkinum um, atLøgtingið heitir á landsstýrið um at arbeiða fyri at fremja málini í ST-samtyktini “2030 Agenda for Sustainable Development” grundað á tey 17 burðardyggu menningarmálini (SDG), og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.
Poul Michelsen, føroyskur uttanríkisráðharri, kemur fund við nevndina um tað hetta mál.