Týskvøldið 6. oktober kl. 20.00 fer Tórshavnar Kamarkór við Kára Bæk sum kórleikara at hava konsert í auluni í Tórshavnar Kommunuskúla. Henda konsertin er byrjanin av eini konsertferð hjá kórinum til Danmarkar, Svøríkis og Týsklands. Kórið fer til Danmarkar við Maersk Air fríggjadagin hin 9. oktober, har tað er gestur hjá Ballerup Kammerkor, ið vitjaði í Føroyum í juli mánað 1995.
Longu leygardagin fer kórið til Halmstad í Svøríki at hava eina konsert í Immanuelskyrkan. Henda konsertin verður kl. 12.00. Sunnudagin hevur kórið tvær konsertir í Keypmannahavn, ta fyrru í Skovlunde Kirke kl. 16.00 og ta seinnu í Sions Kirke á Eysturbrúgv kl. 20.00. Mánamorgunin gongur leiðin til Osnabruck í Týsklandi. Har er kórið gestur hjá »Jugendchor«, ið er eitt av kórunum hjá navnframa Johannes Rahe. Johannes Rahe kenna vit frá kórinum »Nóatón«, sum hann hevði venjingar við í sambandi við fløguna »Skærur vindur«.
Í Týsklandi fer kórið at hava tvær konsertir. Fyrra konsertin verður týskvøldið í Kath. Kirche í Osterkappeln og seinna konsertin í Gymnasiale Kirche í Osnabruck.
Tá Tórshavnar Kamarkór í 1993 hevði konsert í »Sofia Albertina« kirkjuni í Landskrona varð upptøka gjørd. Henda upptøka varð í desember 1997 givin út á fløguni »Várlongsul«. Kórið hevur altíð lagt stóran dent á at fremføra føroyskt kórtilfar og á hesi konsertferðini, ið er tann sætta uttanlandaferðin hjá kórinum síðani tað varð stovnað í 1985, verður størsti parturin av sangskránni nýggjari føroyskur kórtónleikur.
Á konsertini týskvøldið fer kórið m.a. at framføra tónleik eftir Sunleifi Rasmussen, Bjarna Restorff, Paula í Sandagerði, Knúdi Olsen og Kára Bæk.
Ein konsertferð sum henda kann bara lata seg gera við góðum peningaligum stuðli og hesum takkar kórið hjartaliga fyri. Stuðlað hava hesi:
Nordisk Kulturfond
Tórshavnar Býráð
Mentunargrunnur Føroya Løgtings
Farodane
Føroya Tele