?Tað er ein andsøgn í, at hann gongur á odda og tosar um tygn á Føroya løgtingi, og samstundis leggur hann persónliga eftir formanninum í einum hvassorðaðum lesarabrævi
Fyrrverandi ting- og landsstýrismaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum, Signar á Brúnni, heldur lítið um framferðarháttin hjá Tórbirni Jacobsen í málinum um skrásett parlag, har eysturoyartingamaðurin legði floksformannin undir at lúgva og manipulera.
Óvanligt
Signar á Brúnni hevur sitið á tingi fyri Tjóðveldisflokkinum í sløk 32 ár. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting í 1970, og hann sigur seg ikki minnast, at tingmaður áður hevur lagt persónliga eftir einum floksformanni, sum Tórbjørn Jacobsen gjørdi í lesarabrævinum.
?Hatta er heilt óvanligt. Ert tú misnøgdur við okkurt, so skulu ábreiðslurnar sigast innanhýsis í flokkinum. Tú fert ikki og langar út á handan hátt, sigur Signar á Brúnni.
Hann leggur afturat, at hann kennir dømi um, at floksformaður og tingmaður hava munnhøggast alment, men tað hevur altíð verið um eitt politiskt mál, og ikki á persónliga stignum.
?Persónlig álop eiga snøgt sagt ikki at koma fyri, og hetta er uttanfyri alt mark, heldur fyrrverandi tjóðveldistingmaðurin.
Spurdur, hvørjar avleiðingarnar eiga at vera, svarar Signar á Brúnni, at tað ynskir hann ikki at gera nakra viðmerking til
Buldraligt
Signar á Brúnni heldur, at tað er ov buldraligt í Tjóðveldisflokkinum. Hann nevnir, at tað er ikki fyrstu ferð, at Tjóðveldisflokkurin kemur í ringt ljós orsaka av ósemjum innanhýsis í flokkinum
?Hetta er enn eitt dømi um, at tað er ov buldraligt í flokkinum. Hetta prógvar eisini, at tað er ein keðilig arbeiðsgongd í flokkinum, sigur Signar á Brúnni









