Klaksvík:
Leygarmorgunin verður øll ferðsla eftir einari av høvuðsgøtunum í Klaksvík steðgað. Ístaðin fyri teir mongu bilarnar, sum vanliga koyra eftir vegnum, verða borð sett upp og fólk kunnu fara út at fáa sær morgunmat. Kaffi, te, morgunbreyð og køkur verða millum annað at fáa.
Hetta borðhaldið er vorðið ein fastur táttur serliga í sambandi við føðingardagarnar hjá kommununi. Og hóast veðrið ikki altíð hevur verið tilvildar, so plaga vanliga nógv fólk at vera til borðhaldið. Tað eina árið regnaði tað av grimd, men kortini vóru nógv fólk úti. Regnskjól vóru tá at síggja allastaðni, og tey sum skonktu kaffi og annað vóru øll í teimum eyðkendu reyðu keppunum frá Føroya Bjór. Mong munnu tey vera, sum minnast, at tað runnu reyðar áir niður eftir vangunum á teimum av keppunum. Men væl bar til kortini, og fólk hugna sær. Fyrireikararnir vóna somuleiðis, at nógv fólk fara at nýta henda møguleikan til at fáa ein uttandura morgunmat og hugna sær.
Tað plagar at vera sera hugnaligt, og ymsur tónleikur verður afturvið.
Kommunan fer ikki at gera nakað stórvegis burtur úr føðingardegnum í ár. Fyri tað fyrsta tí at um fimm ár fyllir kommunan 100 ár, og fyri tað næsta tí at kommunan hevur sett nógvar pengar av til Nordvesten stevnuna. So tað varð hildið at vera so líka til bara at skipa fyri kaffiborðhaldinum á Nordvesten og á tann hátt halda føðingardagin.
Okkurt annað verður eisini á skránni tann dagin. Brandstøðin hevur boðað frá, at børn fara at sleppa biltúr við brandbilunum. Hetta verður gjørt frá Brandstøðini, men hvat klokkan tað verður, varð ikki endaliga avgjørt, tá Sosialurin tosaði við fyrireikararnar.
Annars eru nógv ymisk tiltøk á skránni í Klaksvík í sambandi við Nordvesten.