Uttan yvirlivilsisdrakt vóru menninir sjólátnir

- Vit hoyrdu neyðarkallið hjá Emily, og eg má siga, at tað var ein ógvuliga róligur maður, sum rópti "may-day" og uppgav eina serstakliga neyva positión. Sum umstøðurnar vóru inni í briminum í myrkrinum hetta kvøldið, høvdu menninir ikki verið bjargaðir, um teir ikki vóru í yvirlivilsisdrakt, sigur skiparin á Brimli, Jákup Muller

Skipsbrot

Seinasta sunnukvøld var um reppið, at brøðurnir, Eirikur og Halgir Poulsen úr Porkeri, lótu lív undir Múlatanga eystantil á Suðuroynni. Teir vóru á veg úr Porkeri og norður til Hvalbiar, tá teir í myrkrinum hetta kvøldið fingu trupulleikar við brennioljufiltrinum og endaðu inni í briminum.
- Tað breyt meira uttanfyri enn innanfyri, báturin fyltist við sjógvi og legði seg eini 90 stig, segði Eirikur, sum eigur bátin, við Sosialin morgunin eftir hendingina.
Eftir at Eirikur og Halgir sóu, hvussu vorðið var, vóru teir skjótir í yvirlivilsisdraktina. Stundum vóru teir í søkkandi bátinum, og stundum flutu teir á sjónum við bátinum siglandi í klingur rundan um seg. Uppi í bátinum hekk gummibáturin, og vandi var fyri, at teir fingu bátin á seg ? ella línuna, sum var ímillum bátin og gummibátin.
Ljós vóru á yvirlivilsisdraktini, og tí sóu teir at kalla alla tíðina hvønn annan, meðan teir flutu í briminum.
Tá ið motorurin á bátinum umsíðir steðgaði, svumu teir báðir aftur til bátin og sluppu uppí hann.
Ein annar útróðrarbátur, Petur M, kom teimum tá til hjálpar. Seinni komu eisini Jónrit og Brimil.
Eirikur og Halgir vóru tó verandi umborð á Emily, til reyvin á bátinum fór undir. Tá lupu teir aftur í havið. Petur M tók Eirik upp, og gummibáturin hjá Brimli tók Halgir upp.

Hoyrdu neyðarkallið

Skiparin á Brimli, Jákup Muller, sigur, at teir hoyrdu neyðarkallið, sum neyðstøddu menninir sendu.
- Eg má siga, at tað var ein ógvuliga róligur maður, sum rópti "may-day" og uppgav eina serstakliga neyva positión. Hann uppgav longd og breidd uppá "komma", sum Jákup tekur til.
Skiparin á Brimli sigur seg hava skilt, at høvdu Eirikur og
Halgir ikki yvirlivilsisdraktir í bátinum, hevði neyvan nøkur vón verið fyri bjarging, soleiðis sum umstøðurnar lagaðu seg inni í briminum og myrkrinum hetta kvøldið.
Eirikur hevur nevniliga greitt frá, at Halgir, sum var fyrstur í gummibátin, fekk ikki kubba línuna, og tískil varð gummibáturin hangandi uppi í Emily, sum lá við skrúvu. At enda hálaði Emily gummibátin undir, og tá endaði Halgir aftur á sjónum.
- Tá ið eg hvørki sá ella hoyrdi nakað til beiggja mín, leyp eg eisini í havið fyri at finna hann, segði Eirikur mánamorgunin.
Tá ið so motorurin á Emily umsíðir steðgaði, svumu teir báðir aftur til søkkandi bátin og sluppu sær uppí hann aftur.
Og tá var tað, at bjargingin kom?

Torført at sleipa

Jákup Muller sigur, at tá ið Eirikur og Halgir vóru tiknir upp av sjónum, fóru teir undir at sleipa Emily, men tað var lættari sagt enn gjørt, tí báturin fleyt bert á luftini í bakkanum.
- Vit tordu í fyrstu syftu ikki at seta á pullartin á bátinum, tí vit hava ringar royndir av hesum. Ofta skrædnar úr, luftin fer undan bakkanum, og báturin fer til botns. Vit royndu tí at fáa stroppar um alt húsið og hiva bátin uppat síðuni á Brimli. Men okkurt hvast stál hevur verið um húsið, tí stropparnir vórðu skornir av. Vit royndu tí aftur við breiðari og sterkari stroppum. Tað eydnaðist enn einaferð at fáa fast um bátin, men eisini hesaferð vórðu stropparnir skornir tvørtur av.
Hann sigur, at tað vísti seg, at stál sum er um línuspælið og mastrarnar skar stropparnar tvørtur av.
- Vit hildu tí, at vit kortini skuldu royna at festa í pullartin, og tað vísti seg, at pullarturin helt.
Brimil sleipaði Emily á Tvøroyri, har báturin sakk og hekk á línuni, sum fest var um stevnið. At enda hivaðu teir bátin uppundir hekkuna á Brimli, har hann var hangandi til morgunin eftir.
- Tað tók langa tíð at sleipa, tí ferðin var bert 1,8 sjómíl um tíman, sigur Jákup Muller, skipari.