Uttan tykkum ? einki heimsmet!

Áðrenn Shu-Bi-Dua komu á stóra pall at spæla, skuldi maðurin, ið ruddaði heimsins yvirskriftir, líka heiðrast. Talan er sjálvsagt um Livar Nysted. ?Fyri 114 árum síðan róðu tveir norðmenn tvørtur um Atlantshavið upp á 55 dagar. 60 ferðir hava menn roynt at sligið metið uttan hepni. Tað var ikki fyrr enn ein hvannasundsmaður sjálvur fjórði setti seg í bátin. Takið væl ímóti LIVAR NYSTED,? rópti Sjúrður Skaale á stóra palli, meðan klapp og róp hoyrdust frá áskoðarafjøldini.

Inn kom Livar við árini í hond, sum hann setti heimsmetið við.

?Túsund takk fyri øll. Eg vil takka fyri tann stóra stuðulin frá fyritøkum kring landið, og uttan tykkum hevði eg ikki havt eitt heimsmet í dag,? segði Livar undir heiðringini.

?Hatta var ótrúliga stórt. Stuttligt at síggja so nógv fólk. Man føldi seg heilt lítlan, man stóð har, og man bleiv ordiliga turrrur í munninum,? segði Livar Nysted í stuttari viðmerking eftir heiðranina.