Uttan stuðlar var eingin útvarpsrás

Í meiri enn 10 ár hevur kristiliga útvarpsrásin verið í luftini. Uttan góðar stuðlar hevði hetta als ikki borið til Klokkan 14 í dag byrjaði eina serstøk stuðulssending í Lindini. Her fara skiftandi vertir at greiða frá um Lindina og fara at hitta fólk, sum hava tilknýti til rásina.

Ætlanin er eisini at skifta orð við nakar av teimum hundraðtals fólkunum, sum trúliga hava stuðlað rásini við gávum hvønn einasta mánað.

- Ja, vit eru sera takksom fyri allar hesar 700 gevararnar, sum eru grundarlagið undir virkseminum hjá okkum, varð víst á, tá sendingin byrjaði fyri fleiri tímum síðani.

Øll hesi 10 árini hevur Lindin verið í støðugari menning, men sum sagt verður: Alt kostar. Bæði tíðarinnar tonn og økingin í sendineti og sendiflatu ger, at tað alsamt er tørvur á enn fleiri stuðlum. Tann tekniski parturin av Lindini er lutvíst niðurslitin, og hetta krevur støðugar ábøtur.

Høvið verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul ella at geva Lindini eina gávu. Sendingin varir til midnátt.