Uttan streym í góðar 12 tímar

Svínoyingar lógu í streymloysi mánanáttina.

Svínoy: Sunnukvøldið lógu svínoyingar aftur í streymloysi.
Eitt omanlop í oynni gjørdi nevniliga skaða á el-linjurnar, soleiðis at steymurin fór. Og soleiðis lógu svínoyingar í streymloysi til í gjáramorgunin.
Í bygdini er eitt neyð-aggregat, men tað óhepna var at tann maðurin, sum kundu seta tað í gongd, var farin av oynni sunnudagin.
Tíðliga gjáramorgunin fóru menn frá SEV út í Svínoynna, og fingu har umvælt brekið, soleiðis at bygdarfólkið aftur fekk streymin.
Svínoyingar fáa streym frá elverkinum á Strond, og hava linjurnar hagani eisini samband við Árnafjørð.
Orsakað av brekinum í Svínoy mistu árnfirðingar eisini streymin eitt skifti í sunnukvøldið. Men bert stutta tíð, tí teir fingu longu streymin aftur seinni um kvøldið.