Uttan strangari eftirlit verður ongin aling aftur

Í dag kunnu vit heilt greitt staðfesta, at tað var skeivt at alarar skúgvaðu kanningina hjá Akvaplan-Niva til viks, sigur leiðarin á umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

Framtíðaraling

? Skal aling hava eina framtíð í Føroyum, má vinnan byrja at taka umhvørvið í álvara. Og tað skal bera til at taka aliloyvi frá teimum, sum ikki halda seg til reglarnar.
So greiður og ítøkiligur er Jákup Pauli Joensen, leiðari á umhvørvisdeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvssstovuni.
Í hesum liggur eisini, at eftir hansara tykki hava alarar higartil ikki tikið umhvørvið í nóg stórum álvara
? Tað er rætt, sum alarar siga, at øll alibrúk eru umhvørvisgóðkend.
Men hann sigur, at alarar vildu ikki góðtaka at Heilsufrøðiliga Starvsstovan slapp at brúka tað mest týdningarmesta amboðið av øllum.
Og tað er at áseta, hvussu nógv fóður, ella biomassi, kann koyrast út á tey einstøku aliøkini.
Ella sagt við øðrum orðum heldur Jákup Pauli Joensen, at tað týdningarmesta er at tað verður roknað út, hvussu nógv hvørt aliøki tolir.
Men vit hava havt ov lítla vitan um, hvussu stórt árin, alingin hevur havt á aliøkini og firðirnar, sum heild.

Eitt heilt greitt mistak
Í hesum sambandi vísur hann á, at vinnan vildi als ikki góðtaka metingin, sum Akvaplan-Niva, APN, hevði um, hvat økini bóru av aling.
Og í hesum sambandi tekur hann heilt greitt undir við Búskaparráðnum, sum vísur á tær óhepnu avleiðingarnar av, at APN-frágreiðingin ikki varð tikin til eftirtektar.
? Ídag kunnu vit heilt greitt siga at tað var skeivt, at Akvaplan-Niva kanningin ikki varð tikin til eftirtektar.
? Tað ber sjálvsagt ikki til at siga um APN-frágreiðingin kundi havt fyribyrgt tí vánaligu støðuni sum alivinnan er í dag, men hetta var ein ógvuliga ítøkilig og góð frágreiðing.
Men hann vísur á, at ongin vildi kennast við hana, tí hon hevði avmarkað vøksturin í alivinnuni í eini tíð tá prísurin var høgur.
APN frágreiðingin vísti á tvær alneyðugar reguleringar: Brakklegging av aliøkjum og áseting av hvussu nógv hvørt aliøki kundi bera.
Alararnir valdu heldur ein aðra loysn, har teir sjálvir skuldu syrgja fyri at at fáa eitt góðkent kanningarfelag, so sum Biofar í Kaldbak, at kanna botnin undir alistøðunum og alifjørðin sum heild.
Hetta skuldi gerast á sumri, tá árinið frá alingini er mest. Er umhvørvið verri dálkað enn reglurnar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni siga, verður alarin biðin um at steðga við alingini, til øll tekin um dálking eru burtur aftur.
Jákup Pauli Joensen sigur, at hetta er tað sama sum at bíða til dálkingin er hend.
? Hetta er ein óheppin reguleringsháttur tí hann fyribyrgjur ikki nóg væl ov nógvari dálking. Hann ger eisini at vit kunnu missa møguleikan fyri at nýta fleiri økir í nógv ár og vit vita ikki hvussu nógv tann dálkingin, sum verður loyvd á økjunum køvur lívið á firðunum annars.
? Tí er tað mest ynskiligt at vit finna eina javnvág har tað, sum kemur undan alibrúkunum, ikki legst sum evja ella sum kemiskar broytingar á botnin, men verður upptikið av fauna?ini á staðnum ella ført til havs við rákinum.
Hann sigur, at avleiðingin av tí skipan, vit hava í dag, er, at nú eru átta aliøki niðurløgd og tey eru sostatt mist til dálkingin er burtur aftur.
Við APN-modeillinum varð endamálið at sleppa undan so nógvari aling í einum øki, at tað varð ov illa dálkað. Við APN-modellinum varð lagt upp fyri at finna eina javnvág, so at varandi aling á einum passaligum støði kundi vera á einum øki
? Men tíverri máttu vit leggja APN frágreiðingina til síðis og finna ein heilt annan leist at regulera dálkingina frá vinnuni við.

Politimál fær ongar avleiðingar
Annars heldur hann, at bæði vinnan og fíggjarstovnarnir áttu at fingið sær umhvørvisfakliga ráðgeving, nú teir fara undir at byggja alivinnuna upp aftur.
? Hetta kann verða við til at tryggja bæði ein betri marknað og ein tryggari langtíðar rakstur.
Og hann sigur enntá, at tað er ein stórur spurningur um tað er nøkur meining í at byrja aling aftur uttan at hædd verður tikin fyri umhvørvisviðurskiftum.
Somuleiðis Annars vísir umhvøvisleiðarin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á, at tey hava fleiri ferðir sett alibrúkum avmarkingar.
Upp ígjøgnum 90?ini er umhvørviseftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ofta enda við politimálum.
? Men áðrenn nakar dómur verður sagdur so er felagið niðurlagt.
? Soleiðis ber ikki til at føra eftirlit og tí er tað eisini neyðugt at hyggja eftir, hvussu hetta kann gerast ørvísi.
Hann sigur, at tað er onki so orkukrevjandi og lítið uppbyggjandi sum at liggja og berjast í rættinum-og tað mangan til lítla onga nyttu heldur.
Tað, sum aloftat hendur, er, at feløgini fáa eina bót, men so eru tey vekk, tíu feløg skifta nøvn í heilum.
Hann sigur, at her má ein meiri framrættað loysn finnast, so at tað ber til at føra eitt effektivt eftirlit, sum steðgar einum felagið beinanvegin, sum fer útum sínar karmar, sigur Jákup Pauli Joensen.

Treytir fyri aling í framtíðini
Í stuttum metir leiðarin á umhvørvisdeildini hjá HeilsufrøðiliguStarvsstovuni, at skulu vit hava aling í Føroyum frameftir, eru hesartreytir galdandi.
- Vinnan má byrja at taka umhvørvið í álvara
- Øll aliøki mugu metast eftir hvussu nógv tey bera av alifiski.
- Tað má bera til at taka aliloyvi frá teimum sum misrøkja síni øki ella á annan hátt seta alla vinnuna í vanda