Uttan samstarv

Oddagrein

 

Kring allan heimin fylkist í dag fjøldin av fólki: skrúðgongur og reyðir fánar, 1. Mai-dags-hald, eggjandi røður og arbeiðara- og samhugasangur, tónleikur, kaffi, øl og skemt. Hetta er ein partur av altjóða arbeiðara- og samhugadegnum, har krøv og mál verða borin fram, og har sigrar og framstig verða staðfest, sum dømi um, at berjast vit í felag fyri eini sak, vinna vit at enda.


Tað grundleggjandi í stevnuni hjá tí demokratisku arbeiðararørsluni er samhaldsfesti og javnaður. Hesa stevnu hevur rørslan - politiskt og fakliga - roynt at fremja í verki. Á arbeiðsplássum, í samráðingum, í politiskum arbeiði, í tjóðartingum og í altjóða felagsskapum. Um henda rørlsa ikki fekk fastatøkur í fólki, serliga í Evropu og í Norðurlondum, hevði fólkaræði ikki stungið so djúpt. Og vit høvdu ikki fingið tey vælferðarsamfeløg, sum fólk í øðrum londum og heimspørtum misunna okkum.


Tað sama er galdandi í Føroyum, hóast tað gekk rúm tíð, áðrenn føroyskir fiskiemnn og arbeiðarar megnaðu at stovna fakfeløg, og seinri ásannaðu, at uttan ein politiskan arbeiðaraflokk var torført at vinna nakrar veruligar batar fyri tað vanliga fólkið.


Hóast tann tjóðskaparligi spurningurin hevur sett onnur mál á dagsskránna - og eisini spjatt føroysku arbeiðararørsluna - ber til at staðfesta, at ómetalig framstig eru gjørd og nógvir sigrar eru vunnir. So seint sum í farnu viku eydnaðist tað at fáa Løgtingið at broyta dagpeningsaskipanina, so tímalønt eisini fáa løn frá fyrsta sjúkradegi.


Stríðið fyri sosialum rættvísi hevur ongan enda - úr høgru verður jú alla tíðina stríðst ímóti - og tí er framegis týdningarmikið, at føroyskir løntakarar eru tilvitandi um, at tann samhaldsfasta hugsjónin skapar tað frægasta samfelagið - eitt samfelag fyri øll!


Í fakfeløgunum verður í dag fyrst og fremst ímóti at fáa eitt gott úrslit burtur úr samráðingunum, ein góðan sáttmála, so tann tímalønti fær meira at liva fyri, og eina betri eftirløn í ellisárum! Tað er einki at ivast í, at tey, sum í dag samráðast, fáa eitt gott úrslit, og í komandi tíðum megna at seta nýggj mál, endurskoða gamlar siðir, ýta av av nýggjum, so arbeiðararørslan ikki stirvnar, men alla tíðina gongur á odda í samfelagsmenningini!