Uttan kommunuuppgávur ongin kommunureformur

Bæði tá ið Føroyar vórðu gjørdar til eitt valdømi, og aftur nú ætlanin er at leggja kommunurnar saman í størri eindir, var og er ein høvuðsfortreyt, at fleiri málsøki verða løgd út til kommunurnar - annars verður eingin kommunureformur.

Beinleiðis atvoldin til hesar reglur er útmeldingin frá Javnaðarflokkinum mánamorgunin 19. oktober 2009 í sambandi við málið um nýggja skipan fyri kommunurnar.
Lat meg beinanvegin undirstrika, at hesar viðmerkingar ikki verða gjørdar sum borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu ella sum næstforkvinna í KSF, men eru mínar egnu.
Eg meti tað sum bæði tiltrongt og neyðugt at gera hesar viðmerkingar, tí viðgerðin av nýggjum bygnaði fyri kommunurnar tykist hava sera lætt við at fara av sporinum.

Ongar uppgávur
= einki endamál
Eitt av høvuðsendamálunum við øllum hesum tosinum, um at skipa kommunurnar í størri og harvið sterkari eindir, er at flyta fleiri av uppgávunum og málsøkjunum, sum landið í dag umsitur, út til kommunurnar at røkja.
Av royndum vita vit, at kommunurnar eru tær bestu at røkja borgarans tænastur, samstundis sum tær við hesi broyting flyta nærri borgaranum. Hetta er tí ein bati, bæði fyri tænastustøðið og fyri fólkaræðið, at t.d. fólkaskúlin og eldraøkið flyta út til kommunurnar at hava fulla og heila ábyrgd av.
Eisini er hetta ein liður í menningini av nøkrum kommunalum kraftardeplum kring landið, har kvalifiserað størv verða sett á stovn í sambandi við umsitingina av hesum og øðrum málsøkjum.
Samstundis gevur hetta landinum møguleikar at útinna eitt eftirlit og at áseta støði og reglur fyri hesi málsøki – óheft at sjálvari útinningini, sum tá liggur fult og heilt hjá kommununum.
Tað er hetta, sum byrjaði alt hetta tosið um kommunusamanleggingar, og tí gevur tað als onga meining, um politiskir flokkar nú byrja at draga í land í mun til hendan partin.
Tað verður eingin kommunureformur, um ikki málsøkini samstundis verða flutt út til kommunurnar at røkja.

Burðardyggar kommunur
men eisini nærfólkaræði
Tað undrar meg, at Javnaðarflokkurin meldar út alment um at gera enn størri kommunueindir, enn kommunuálitið mælir til.
Bæði í tí ’grøna’ kommunuálitinum, sum varð lagt fram fyri nøkrum árum síðan, og sum eisini varð politiskt góðkent á løgtingi og í landsstýri, og í hesum nýggja kommunuálitinum, sum júst er lagt fram alment, er eitt av grundleggjandi málunum, at samstundis sum vit fáa størri eindir, sum eru sterkari enn verandi smáu eindir, so má eisini havast í huga, at vit varðveita eitt nær-fólkaræði, soleiðis at umsitingin av teimum kommunalu uppgávunum fer fram so nær borgaranum, sum til ber.
Tí skulu vit politikarar vera varnir við at gera eindirnar enn størri, enn hesi bæði kommunuálitini hava lagt upp til. Heldur vil eg mæla til, at vit umvegis javningarskipanir og møgulig kommunusamstørv (eins og á barnaverndarøkinum) tryggja, at eitt nú Sandoyar Kommuna verður før fyri at røkja sínar uppgávur á ein nøktandi hátt.
Vit skulu heldur ikki gloyma, at Sandoy er eitt øki við møguleika fyri menning og vøkstri.

Ikki umsitingarøki
men kommunuøki
Tað, sum kanska er mest ræðandi í verandi tilgongd, er at síggja, hvussu stóra trongd landsstýri og landsstovnar fyri tíðina hava at umskipa tey málsøki, sum nú ætlast løgd út til kommunurnar.
Ein má spyrja seg sjálvan, hvussu tað ber til, at landsstovnar og avvarðandi aðalráð nú brádliga hava so stóran skund at gera umleggingar, tá ið hesi málsøki kortini ætlast løgd út til kommunurnar at umsita.
Er tað so galið, at hesi aðalráð og stovnar royna at órógva og forpurra ætlaðu útleggingarnar til kommunurnar við at broyta, flyta og umskipa innanhýsis hjá landinum? Eg eri tíverri bangin fyri, at tað er so.
Tí skurrar tað í oyrunum at hoyra Javnaðarflokkin melda út alment, at hann stuðlar ætlanum landsstýriskvinnunnar at skipa landið í skúlaøki, samstundis sum flokkurin sigur, at eldraøkið kann skipast øðrvísi og betri, enn tað er í dag.
Henda útmelding ber brá av, at flokkurin ikki ætlar eina kommunala yvirtøku av hesum málsøkjum, og tí er tað okkara skylda sum kommunupolitikarar at rópa varskó, tí ein umskipan av hesum málsøkjum undir landsins umsiting kann ógvuliga skjótt geva tað úrslit, at einki hendir við hesum í mun til kommunurnar.
Latið okkum nú gevast at tosa um umsitingarøki undir landinum, tí hetta mál snýr seg ikki um at skipa LANDIÐ , men at skipa KOMMUNURNAR í hóskandi støddir kring landið, soleiðis at KOMMUNURNAR verða fult førar fyri at umsita hesi málsøki – nakað, sum tær eru munandi betur fyri at gera, enn landið er. Tað vita vit av royndum.
So: Uttan kommunuuppgávur – eingin kommunureformur!