Uttan evruna verður einki ES

Endar tann búskaparliga kreppan í Evropa við, at evran fer fyri bakka, verður tað eisini endin á Evropasamveldinum. Tað segði franski forsetin, Nicolas Sarkozy, í sínari nýggjársrøðu.

-Góðu landsmenn. Tit skulu ikki trúgva teimum, sum skjóta upp, at vit skulu fara burtur úr evrusamstarvinum. Høvdu vit gjørt tað, hevði evropeiska samstarvið farið fyri bakka, segði Sarkozy.

Forsetin legði afturat, at hann fer at leggja alla sína orku í arbeiðið at varðveita felags gjaldoyrað. Hann segði, at fer evran fyri bakka, fer grundarlagið undan tí, sum er bygt upp tey seinastu 60 árini, og sum hevur givið Evropa frið og brøðralag.

Nicolas Sarkozy segði, at hann fer at halda fram við sínum ætlanum, sum hava til endamáls at fáa franska búskapin aftur á beint.