Uttan dikkedar og darv

Í Føroyum ræður tøgnmentan. Vit hava øvugt sosialt eftirlit – heldur enn at ræðast at gera nakað galið, tí vit kennast so væl; tora vit ikki at átala nakað galið, tí vit kennast so væl.

Í fjør, tá ið Løgtingið viðgjørdi árfrágreiðing umboðsmansins, heitti eg á løgtingsformannin um við næsta umboðsmannaval at grundgeva fyri valevnum til henda týðandi sess.

Løgtingsins umboðsmaður er partur av norðurlendskari venju at hava serligan stovn at geva tí fólkavalda tinginum ráð og tingsins vegna at ummæla, hvat útinnandi stovnar gera. Norðurlond fingu tíðliga sera stóran almennan bygnað, og avbjóðingin gjørdist harvið, hvussu lóg og rættarskipan skuldu skipa henda stóra almenna bygnað. Hvørki lóggávutingini ella dómstólarnir tóku nóg nógv ábyrgdina á seg, í staðin gjørdist heldur umboðsmaðurin og venja hansara upphav til nógvar av teimum reglunum, sum vit í dag kenna úr fyrisitingarlóg og innlitslóg og øðrum við.

Millum tær mest grundleggjandi reglurnar var kravið um grundgeving – og alment innlit í grundgevingar. Gjøgnum kravið um grundgeving tryggja vit, at almennir stovnar í fyrstu atløgu hugsa seg væl um, og kanna eftir, um hetta nú er saklig avgerð, og hvørt hetta er tann besta og rættasta av fleiri møguligum loysnum. Bæði tann lætti og tann tungi fáa at vit, hvussu teir eru vigaðir.

Men grundgeving tryggjar eisini eftirlit og roynd, bæði frá almenningi og fjølmiðlum, men eisini frá eftirlitismyndugleikum, kærunevndum og dómstólum – og umboðsmanni.

Tí væntaði eg at síggja ársins grundigastu grundgeving, tá ið løgtingsformaðurin og fyrisiting hansara sluppu at grundgeva fyri valevni sínum til hægsta løgfrøðiliga royndarembæti landsins. Væntaði, at formaðurin fór at skipa setanarnevnd ella hoyring og annars fór at greiða væl frá vali sínum.

Men Sólja í Ólavsstovu umboðsmaður má liva við at verða sett uttan grundgeving; er hon so dugnalig sum mong halda, toldi hon væl at hoyrt nøkur orð um tað, og skal hon í framtíðini finnast at grundgevingum fyri øðrum starvsetanum, stendur hon sera veikt sum ógrundgivin sett sjálv.

Alment starv fer tá í arv...
Føroyska tøgnmentanin hevur í seinastuni góðtikið eina farsu av eini starvsetan í uttanríkisráðnum, har úrslitið var givið frammanundan, men manngagongdir skuldu fylgjast uppá kvamsvís og umsøkjarar skuldu ígjøgnum løgna eyðmýking, sum enntá innibar lekar um persónlig viðurskifti.

Harkaliðið sang í síni tíð um, at ”fyrsti, annar triði, fjórði endaðu í sama flóri,” tí ”hvat er hegni, vit tá vert, tá ið babba telur mest?” Fatanin tykist vera, at hevur tú fingið alment leiðslustarv, ja so eru øll lægri størv at rokna sum grams, ið 'babba' eigur at býta út eftir vild.

Men henda skipanin krevur, at vit øll tiga og onki siga – hvørki tá ið vit eru inni í hitanum og hava vald, ella tá ið vit eygleiða uttannífrá – vit kennast jú øll so væl, at vit kunnu koma til at fornerma onkran. Sjálvt kærur og innlitsumbønir verða ofta illa upptiknar. Hetta skapar øvugta sosiala eftirlitið: heldur enn at ræðast at gera nakað galið, so óttast vit at kanna, hvørt nakað galið er farið fram.

Tøgnmentanin sæst enntá, tá ið fleiri siga, at umráðandi er altíð at fylgja umboðsmanninum. Hetta er fullkomiliga skeivt. Dómstólar hava dómsvald og skulu fylgjast (men kortini diskuterast). Umboðsmaður hevur onki vald annað enn sannførandi grundgevingar. Danski umboðsmaðurin er fleiri ferðir settur uppá pláss i hægstarætti, og fakfólk umrøða sjálvsagt tilmæli frá umboðsmanni. Er almennur stovnur ósamdur, so má spurningurin roynast fyri dómstólum skjótt og væl.

Men fyri umboðsmann eins og Løgting er samfelt galdandi, at grundgevingarnar eru avgerandi.