Í einari útsøgn í dag sigur Kreml, at tað ikki kann góðtakast, tá amerikanski forsetin, Joe Biden, í røðu síðstu nátt samanbar russiska forsetan við Hamas.
Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, segði við tíðindafólk, at heimurin er í einum geopolitiskum tíðarskeiði, sum kann gerast vandamikið.
- Hóttanin móti russiskum borgarum veksur, um Ísrael ger innrás í Gaza í royndini at beina Hamas burtur, legði hann aftrat.
Talsmaðurin sýtti fyri at svara spurninginum um, hvør fer at umboða Russland á einum friðartoppfundi, sum verður í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo, leygardagin.
- Tá Dmitrij Peskov fekk henda spurning, vísti hann til russiska uttanríkisráðið, vita útlendskir miðlar at siga í dag.











