Útróðrarbátarnir í Føroyum eiga at sleppa at fiska fullkomiliga frítt.
Tað heldur Olaf Olsen, vinnulívsmaður og reiðari í meiri enn eitt mannaminni.
Hann hevur nú lagt seg út í kjakið um bygnaðin í fiskivinnuni og á info í gjár vísti hann á, at tað er skeivt at leggja tilfeingisgjald á fiskivinnuna.
Les eisini: Púra burturvið av politikarum
Men hann heldur somuleiðis, at tað er púra burturvið at avmarka rættin hjá útróðrarflotanum hjá fiska.
- Hesin floti er minkaður niður í ein brotpart av, hvat hann var, og hann er als eingin hóttan fyri nakran stovn, sigur Olsen.
- Tað eru so fáir bátar – og menn við – sum eru í hesi vinnuni, so ístaðin fyri at hjálpa til við at køva hana heilt, eigur øll avmarking at verða tikin av, sigur gamli vinnulívsmaðurin.
- So hevði kanska onkur hildið fram nøkur ár aftrat, leggur hann afturat.
Hann heldur, at onkur vildi kanska spurt, hvat hendir um tað fer at verða nógv at fáa, og allir frítíðarfiskimenn leggja til brots?
- Jú, so fáa teir nógvan fisk, og er tað ikki bara gott? Men tá ið lítið verður at fáa, tíma teir ikki meir, og so halda teir uppat, so tað avmarkar seg sjálvt. Tí eigur øll avmarking at verða tikin av útróðrarflotanum, heldur Olaf Olsen.