Á síðsta ráðstevnudegnum hjá Útnorðurráðnum, sum júst hevur hildið evnisráðstevnu í Íslandi, varð samtykt at heita á Føroya Landsstýri, grønlendska Naalakkersuisut og íslendsku stjórnina at stuðla umsókn Útnorðurráðsins at fáa eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum.
Útnorðurráðið søkti um at fáa eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum hin 27. august í 2014, men enn er umsøknin ikki viðgjørd. Á ráðharrafundi í Iqalauit í Canada 24. april í 2015, avgjørdi Arktiska Ráðið, at bíða við at viðgera allar umsøknir um eygleiðarastøðu til næstu ferð, ráðið skipar fyri ráðharrafundi. Tann fundurin er settur at verða á vári í 2017, í Fairbanks í USA.
-Tað hevur við sær, at ting og stjórnir hava møguleikan at stuðla umsøknini, til fundurin verður í 2017. Partur av málsframhaldinum er tíðarskeiðið frá hesi løtu, til fundurin verður - og umráðandi er, at (útnorður-)ting og stjórnir eru virkin í arbeiðnum at tryggja, at umsøknin verður gingin á møti, stendur at lesa í grundgevingini frá Útnorðurráðnum.
Tað sermerkta við umsóknini er, at Ísland hevur sjálvstøðugan limaskap í Arktiska ráðnum, meðan Danmark er umboðað vegna Grønland og Føroyar.