Útnorðurráðið til Sandoyar at tosa um mat

Í næstu viku fer Útnorðurráðið at hava fund í Sandoynni, har tey fara at tosa um, hvussu Føroyar, Ísland og Grønland kunnu verða meiri sjálvbjargin við matvørum

Hvussu kunnu tey trý londini í útnorði verða meiri sjálvbjargin við matvørum?

 

Tað er evnið, Útnorðurráðið fer at viðgera á fundi í Sandoy í næstu viku.

 

Á fundinum, sum verður týsdagin og mikudagin, fara eini 40 politikarar og fakfólk úr Noregi og úr londunum í útnorðri, altso Føroyum, Íslandi og Grønlandi, at tosa um, hvussu vit kunnu verða meiri sjálvbjargin her í útnorðri, hvat matvørum viðvíkur.

 

Ein spurningur, tey fara at viðgera, er, um hetta eru viðurskifti, londini í útnorðri skulu loysa hvør sær, ella um tað skal gerast í samstarvi ímillum londini.

 

Fundarfólkið fer eisini at umrøða, hvussu samhandilin við matvørum ímillum londini, kann økjast og hvussu hesin samhandilin kann minka um CO2 útlátið við tað, at flutningurin ikki verður so stórur.

 

Ein spurningur, sum eisini skal viðgerast í hesum sambandi er, um heilsufrøðiligu krøvini í teimum londunum loyva øktum samhandli av matvørum ímillum londini og samstundis er ætlanin at kanna, um tað er neyðugt at bøta um flutningsmøguleikarnar ímillum londini í hesum sambandi.

 

Nøkur av teimum, sum fara at halda fyrilestur, er Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship, Marita Rasmussen, nevndarlimur í føroyska - íslendska handilskamarinum og stjóri í Vinnuhúsinum, Høgni Hansen, stjóri í Poul Hansen og Krás og Halldór Runólfsson, sum var stjóri í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í Íslandi frá 1997 til í fjør.