Fríhandil millum Føroyar, Ísland og Grønland er til felags gagn, í skapi av minni arbeiðsloysi, vøkstri og betri búskapi, metir Útnorðurráðið.
Farna vikuskifti hevði Útnorðurráðið sín 30. ársfund í Løkshøll í Runavík. Á fundinum varð hátíðarhildið, at 30 ár vóru síðani stovnanina, umframt at serlig heiðursgáva varð latin íslendska forsetanum ÓIavi Ragnari Grímssyni, fyri hansara áhaldandi arbeiði at styrkja og menna Útnorður sum landspart í Arktis.
Men hátíðarhald og heiðran vóru bert ein partur av dagsskránni. Hin parturin var sjálvur ársfundurin í felagsskapinum, og burturúr komu trý tilmæli.
Fyrst og fremst mælir Útnorðurráðið til, at stjórnirnar í Føroyum, Grønlandi og Íslandi seta ein arbeiðsbólk at greina fyrimunir og vansar við fríhandli og stovnsetanini av einum handilsráði í Útnorði.
- Ráðið metar at fyrimunirnir eru nógvir við øktum samhandli – til gagns fyri øll londini, í skapi av øktum virksemi, vøkstri og betri búskapi, sigur Inga Dora Markussen, aðalstjóri í Útnorðurráðnum, við heimasíðuna hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Umframt at mæla til fríhandil samtykti fundurin tvey tilmæli afturat til stjórnirnar í Útnorði. Ráðið ynskir at síggja eina felags marnkaðarstrategi fyri fiskavørur í regiónini, og so eisini eina langskygda ætlan fyri flutningi og infrakervi í Útnorði.
Útnorðurráðið metir, at hetta fer at styrkja støðuna hjá Útnorðurøkinum í altjóða kappingini.









