Á árliga fundinum, sum í dag varð hildin í Narsarsuaq, hava teir 18 limirnir í Útnorðurráðnum fordømt atburðin hjá ES í málinum um silda- og makreltrætuna við Ísland og Føroyar.
Útnorðurráðið fordømir og finst hvassliga at hóttanunum hjá ES um møgulig tiltøk móti Føroyum og Íslandi orsakað av makrelfiskiskapinum hjá hesum londum, og avgerðini hjá ES um tiltøk móti Føroyum orsaka av sildafiskiskapinum hjá Føroyum.
Ráðið undirstrikar, at framferðin hjá ES ikki kann góðtakast í altjóða samhandli. Hartil mótmælir Útnorðurráðið, at ES nýtir stødd og megi sína at hótta við sum part av samráðingartilgongd.
Í tíðindaskrivinum viðurkennir Útnorðurráðið, at partarnir eru ósamdir, men áskoðanin er, at partarnir skulu til samráðingarborðið heldur enn at hótta hvønn annan.
- Vit hava áður sæð, hvussu stórar avleiðingar tiltøk hjá ES kunnu hava á smærri samfeløg í útnorðri, har ES til dømis setti í verk innflutningsbann fyri kópaúrdrátt. Eitt innflutningsbann, sum hevur havt sera stórar negativar avleiðingar fyri smærru veiðusamfeløgini í Grønlandi, skrivar ráðið fyri Útnorður millum annað í yvirlýsingini.
Hartil heitir ráðið fyri Útnorður á Noreg um at stuðla Føroyum og Íslandi, eins og ein áheitan verður send Norðurlandaráðnum um at stuðla Føroyum og Íslandi.
Ráðið fyri útnorður er samstarv millum Føroyar, Ísland og Grønland. 18 tingfólk úr teimum trimum londunum eru partur av ráðnum.